- Samgongan kann ikki síggja burtur frá einum kanningarstjóra

Tí brúkar andstøðan kanningarstjóra heldur enn misálit, sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

Andstøðan hevur tikið avgerð um at biða løgtingsformannin um ein kanningarstjóra, hvørs uppgáva skal verða at kanna embætisførsluna hjá Høgna Hoydal eins og eftirlitsskyldan hjá løgmanni eisini verður kannað.

 

- Nú hevur løgmaður reinsað Høgna Hoydal og um nú kanningarstjórin kemur til eina niðurstøðu, sum finst at embætisførsluni hjá Høgna Hoydal, so vilja vit hava eftirlitsskylduna hjá løgmanni kannaða eisini, sigur Bárður Nielsen.

 

Áðrenn Páll á Reynatúgvu sendi tingið í summarfrí, var tosað um, at eitt misálit møguliga fór at verða lagt á Høgna Hoydal av andstøðuni. Bárður Nielsen heldur, at ein kanningarstjórin er ein betri loysn.

 

- Tað er lítið sannlíkt, at eitt misálit hevði nyttað nakað. Eitt misálit er eisini ógvuliga útvatnað eftirhondini, millum annað tí at fyrrverandi andstøða brúkti tað so nógv og misálitini hava mist sítt virðið, sigur Bárður Nielsen.

 

Hann metir eisini, at tað er torførari hjá samgonguni at síggja burtur frá eini niðurstøðu frá einum kanningarstjóra, í mun til eitt misálit, sum tey lættliga kunnu atkvøða niður.

 

- Tá ein kanningarstjóri kemur til eina niðurstøðu, tá er torført at síggja burtur frá henni, um nú hon skuldi funnið nakað átaluvert, sigur Bárður Nielsen.