Ranger uttanfyri Labrador í Kanada í oktober í fjør. Hetta hálva árið, fløskuposturin hevur verið í sjónum, hevur hann sostatt rikið einar 3.000 kilometrar á havinum , suður um Grønland og Ísland og síðani [...] finna fløskupostar ymsastaðni í Føroyum. Men tað er ikki ofta, at fløskupostar reka so langt sum tann hevur rikið, ið Jacob Poulsen í Sumba fann hendan dagin. Hann plagar javnan at gera sær ein túr undir Bakkanum [...] nærri, sá hann, at eitthvørt lá í fløskuni. Talan var um ein fløskupost. Og hesin fløskuposturin hevur rikið longri á havinum enn teir flestu. Í brævinum, sum lá í fløskuni, stendur, at fløskuposturin
Torleif sjálvur sigur, at hann ongantíð hevur mett, at flokspolitikkur og býráðspolitikkur hoyra saman, og er hetta høvuðsorsøkin til, at hetta tosið nú hevur tikið seg upp. Samstundis avsannar hann alt [...] Hann sigur, at hann hevur sitið í býráðnum í 12 ár nú, og tað kann tískil líka so væl hugsast, at hann als ikki stillar upp aftur til komandi býráðsval. Torleif ásannar tó, at tað hevur víst seg, at teir
meiri enn 25 prosent, men ES-nevndin hevur kortini játtað at rokna eina ferð afturat. Fyri norðmenn hevur úrslitið stóran týdning, tí síðani finska kæran kom, hevur ES lagt 21,4 prosent í revsitolli á norsk [...] tykjast løgið, at tveir partar skulu keglast um, hvussu nógv síl verða ald í ES-londunum, men málið hevur kortini stóran týdning. Upprunin til ósemjuna er, at í september vildi felagið hjá finsku alivinnuni
Felagið hevur ikki dult, at teir fegnir vilja vinna FM, sum teir higartil ongantíð hava vunnið. Tí er ikki undarligt, at tað verður arbeitt við at styrkja um liðið. Umframt Dánial Hansen hevur NSÍ styrkt [...] heimasíðan hjá felagnum at siga. Dánial Hansen spældi í ár við B68. Í fjør var hann á Skála, men annars hevur hann bara spælt við NSÍ, har hann fótbóltsliga er uppvaksin. Dánial er fjøltáttaður spælari, sum kann [...] Í B68 var hann miðverji og vongverji, hann var á miðvøllinum, og hann var eisini í álopinum. Tað hevur ljóðað, at tað í NSÍ varð arbeitt við at fáa fleiri spælarar til felagið. Eftir kappingarenda segði
Nógvu tey seinastu árini hevur sangkórið í Siloa í Fuglafirði verið við til at sett dám á jólafyrireikingarnar og jólini. Tey hava bjóðað til sangløtu, har tað serliga hevur verið lagdur dentur á jólasangir [...] Sungið verður í umleið hálvanannan tíma, og aftaná verður bjóðað til ein drekkamunn. Siloakórið hevur fjølbroytta skrá. Tað mesta er á føroyskum. Onkur útlendskur sangur verður at hoyra, og uppaftur onkur [...] Eliasen fara inn ímillum sangirnar at lesa tekstir, sum snúgva seg um jólaboðskapin. Eyðun á Lakjuni hevur stjórnað Siloa kórinum síðani í 1988, og tað ger hann eisini hesa ferð.
við sjóvinnumálum, hevur sett eina nýggja kunngerð um læknakanning av sjófólki í gildi, sum kemur ístaðin fyri ta kunngerð, sum hevur verið galdandi á økinum síðan 1996. Tað hevur millum annað við sær [...] og teir hava harvið fingið góðkenning sum »sjóvinnulæknar«. Kannast 2. hvørt ár Nýggja kunngerðin hevur ymsar aðrar broytingar við sær eisini. Kommunulæknin fær nakað víðari ræsur nú enn fyrr, við tað at
venjarastarvið hevur hann eisini arbeitt í danskari klædnafyritøku, sum framleiðir ítróttarklæði. ? Hetta arbeiðið havi eg havt við síðuna av landsliðsvenjarastarvinum í Føroyum, og tað hevur mangan verið [...] nýggja arbeiðnum fái eg eitt vist frælsi. Tað sigur Allan Simonsen við danska Ekstrabladet, nú hann hevur gjørt av at taka við sum landsliðsvenjari í Luksemborg. ? Eg kundi saktans havt valt eitt arbeiði [...] tað gott í gerandisdegnum, og tí havi eg valt, soleiðis sum eg geri. Nógv at gera Allan Simonsen hevur nógvu seinnu árini búð í heimbýnum Vejle, men nú flytir hann úr Danmark og til Luksemborg at búgva
Wenzel Petersen við Ford bilum, Bilasølan hjá Øssur Johannesen, ið hevur VW og Audi, Berg Motor, ið hevur Mazda, Eyðbjørn Hansen, ið hevur Suzuki, Esmar Simonsen, sum umboðar Daewoo, Bilfríðkan, ið selur [...] vikuskiftíð verður stórt tiltak í tróttarhøllini á Tvøroyri. Tað eru gamlaársnevndin á Tvøroyri sum hevur stóra bilaframsýning í høllini. Samstundis fer Lions Klubburin í Suðuroy at hava ymiskt undirhald
James hevur ferðast við Erann DD runt um í Norðurevropa, har sangarin veruliga hevur fingið vind í seglini. Við í bólkinum hjá Erann var føroyski James Olsen, sum slær á trummur í tónleikabólkinum. ? Erann [...] Erann er við at gerast eitt stórt navn í norðurlondum, og tað hevur verið fantastiskt at royna lívið sum yrkistónleikari, sigur James Olsen. James sigur, at øll tiltøkinin vóru ógvuliga væl fyriskipað [...] aftur í Føroyum. Her fer hann at hava eina konsert, sum verður í badmintonhøllini leygarkvøldið. Hann hevur savnað nakrar garvaðar føroyskar tónleikarar. Pauli Magnussen spælir bass, Ólavur Øster spælir guitar
Skipið hevur ikki verið brúkt til havrannsóknir, síðan íslendingar í mai mánaða í fjør fingur ein nýggjan Árna Friðriksson, sum bygdur varð í Chile. Reiðaríið í Sandavági, sum eigur Mars Chaser, hevur framman [...] skal brúkast sum vaktarskip í oljuvinnuni. Fólk úr Vágum er í løtuni í Íslandi eftir skipinum, sum hevur fingið navnið Mars Chaser og verður skrásett í Sandavági. Mars Chaser er bygdur í Lowestoft í Englandi [...] eisini fekk aðrar umfatandi umælingar. Skipið er 42,15 m. langt, 9,75 m. breittt og 7.04 m. djúpt. Tað hevur tvær MAN maskinur upp á 1.200 hk. hvør og er annars væl útgjørt, siga teir, sum eru eftir skipinum