Nú skulu kommunulæknar vera »góðkendir sjóvinnulæknar« fyri at kunna standa fyri læknakanningum av sjófólki.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við sjóvinnumálum, hevur sett eina nýggja kunngerð um læknakanning av sjófólki í gildi, sum kemur ístaðin fyri ta kunngerð, sum hevur verið galdandi á økinum síðan 1996. Tað hevur millum annað við sær, at kommunulæknar skulu á eitt serligt skeið í sjóvinnulæknafrøði, áðrenn teir kunnu seta sítt navn undir eina heilsuváttan fyri sjófólk.
Flestu av landsins kommunulæknum hava longu verið á hesum skeiði, sum Sjóvinnufyrisitingin og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu skipaði fyri seinasta heyst, og teir hava harvið fingið góðkenning sum »sjóvinnulæknar«.
Kannast 2. hvørt ár
Nýggja kunngerðin hevur ymsar aðrar broytingar við sær eisini. Kommunulæknin fær nakað víðari ræsur nú enn fyrr, við tað at hann nú kann standa fyri sjónkanningum av sjófólki. Sjónkanningarnar eru avgerandi fyri, um viðkomandi verður mettur egnaður at standa á kægi á brúnni. Fyrr var tað bert eygnalæknin, ið kundu standa fyri hesi sjónkanning
Heilsuváttan krevst av øllum sjófólki, ið mynstra við føroyskum skipi uppá 20 tons ella meira. Sjófólk skulu lata seg kann annaðhvørt ár, tó skulu sjófólk millum 15 og 17 ár til kanningar hvørt ár. Kanningin er ókeypis fyri sjófólkini.









