Nato-leiðarin: - Vit eru næsta mál hjá Russlandi

- Russland kann verða til reiðar at brúka hervald móti Nato innan fimm ár, sigur Mark Rutte

Á einari trygdarráðstevnu í Berlin í dag ávaraði Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, um, at Nato eigur at gera alt fyri at umgangast, at kríggj brestur á millum Russland og Nato. 

 

Hann ávaraði samstundis øll sameind lond um komandi russisku "aggressiónina", sum hann málbar seg.

 

- Vit eru næsta mál hjá Russlandi. Eg stúri fyri, at alt ov mong ikki taka støðuna í álvara, segði Nato-aðalskrivarin sambært Sky News. 

 

Mark Rutte segði, at "... tíðin at handla er nú...", tí Russland kann verða til reiðar at brúka hervald móti Nato innan fimm ár.

 

- Alt ov mong duga ikki at síggja, hvussu týdningarmikið hetta er, og alt ov nógv halda, at vit hava tíðina á okkara síðu, men tað er hon ikki, staðfesti hann.

 

Av tí positiva, sum Nato-leiðarin, Mark Rutte, segð, var, at USA og Evropa helst kunnu koma til eina semju um, hvussu kríggið í Ukraina kann steðgast.