Forsætisráðharrin í Bulgaria leggur frá sær

Hetta hendir, eftir at fólk í tíggjutúsundatali hava verið úti í gøtunum og mótmælt ætlaðu fíggjarlógini hjá stjórnini

Forsætisráðharrin í Bulgaria, Rosen Zheylazkov, sum nú leggur frá sær

Eftir stór mótmæli leggur forsætisráðharrin í Bulgaria, Rosen Zheylazkov, nú frá sær.

 

Hetta veit Reuters at siga í dag.

 

Nógv túsund fólk hava hesa vikuna mótmælt í gøtunum í høvuðsstaði landsins, Sofia.

 

Her hava tey mótmælt politikkinum hjá minnilutastjórnini hjá forsætisráðharranum.

 

Í seinastu viku tók stjórnin ætlaðu fíggjarlógina fyri 2026 aftur.

 

Hetta hendi, eftir at fólk í tíggjutúsundatali fóru út á gøturnar at mótmæla ætlaðu fíggjarlógini.

 

Fólk vildu nevniliga vera við, at fíggarlógin royndi at krógva umfatandi mutur í stjórnini, veit BBC at siga.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Forsætisráðharrin í Bulgaria, Rosen Zheylazkov, sum nú leggur frá sær

Fólk í tíggjutúsundatali fóru út á gøturnar at mótmæla ætlaðu fíggjarlógini