Skipakeyp
Enn eitt skip er á veg í føroyska flotan. Tað er íslendska havrannsóknarskipið Árni Friðriksson, sum vágamenn hava keypt. Skipið skal brúkast sum vaktarskip í oljuvinnuni.
Fólk úr Vágum er í løtuni í Íslandi eftir skipinum, sum hevur fingið navnið Mars Chaser og verður skrásett í Sandavági.
Mars Chaser er bygdur í Lowestoft í Englandi í 1967 og varð yvirdekkaður í 1990, tá hann eisini fekk aðrar umfatandi umælingar.
Skipið er 42,15 m. langt, 9,75 m. breittt og 7.04 m. djúpt. Tað hevur tvær MAN maskinur upp á 1.200 hk. hvør og er annars væl útgjørt, siga teir, sum eru eftir skipinum. Tað er ampterað, alt sum tað er, og er til dømis als einki lastarúm umborð yvirhøvur.
Skipið hevur ikki verið brúkt til havrannsóknir, síðan íslendingar í mai mánaða í fjør fingur ein nýggjan Árna Friðriksson, sum bygdur varð í Chile.
Reiðaríið í Sandavági, sum eigur Mars Chaser, hevur framman undan Venus, Mars og Vesturtúgvu. Venus og Vesturtúgva royna undir Føroyum. Venus er línuskip, meðan Vesturtúgva partrolar saman við Grønanesi úr Vestmanna.
Mars er vaktarskip hjá boripalli í Norðsjónum, og fer Mars Chaser væntandi eisini tann vegin.