Nógvu tey seinastu árini hevur sangkórið í Siloa í Fuglafirði verið við til at sett dám á jólafyrireikingarnar og jólini. Tey hava bjóðað til sangløtu, har tað serliga hevur verið lagdur dentur á jólasangir og harvið boðskapin, sum verður knýttur at jólunum.
Aftur í ár bjóðar kórið í Siloa til sangløtu uppundir jól. Kórið fer at syngja í Siloa nú sunnukvøldið klokkan 20.30. Sungið verður í umleið hálvanannan tíma, og aftaná verður bjóðað til ein drekkamunn.
Siloakórið hevur fjølbroytta skrá. Tað mesta er á føroyskum. Onkur útlendskur sangur verður at hoyra, og uppaftur onkur er á skránni, sum heilt nýliga er umsettur til føroyskt.
Undirspælið er fjølbroytt, og fýra solistar fara at syngja saman við kórinum. Teir eru Elisabeth Hansen, Karolina Højgaard, Elsebeth Lassaberg og Bárður á Lakjuni.
Ætlanin er at sangbólkurin Salt eisini skal syngja í Siloa sunnukvøldið. Serligar umstøður gera, at tað ikki fer at bera til fyrrenn sunnukvøldið at siga heilt víst, um tey kunnu luttaka.
Sólvá og Klæmint Eliasen fara inn ímillum sangirnar at lesa tekstir, sum snúgva seg um jólaboðskapin.
Eyðun á Lakjuni hevur stjórnað Siloa kórinum síðani í 1988, og tað ger hann eisini hesa ferð.