? Luksemborg passar væl til mín

? Eg kundi saktans havt valt eitt arbeiði, sum tað vóru fleiri pengar í, men í Luksemborg fái eg møguleikan at byggja nakað upp, sigur Allan Simonsen

 

? Eg hevði tilboð frá fleiri feløgum, men so skuldi tú standa har sunnudag aftaná sunnudag, og tað havi eg ikki hug til í løtuni. Seinastu árini havi eg havt nógv at gera, men í nýggja arbeiðnum fái eg eitt vist frælsi.

Tað sigur Allan Simonsen við danska Ekstrabladet, nú hann hevur gjørt av at taka við sum landsliðsvenjari í Luksemborg.

? Eg kundi saktans havt valt eitt arbeiði, sum tað vóru fleiri pengar í, men í Luksemborg fái eg møguleikan at byggja nakað upp. Uppgávan líkist henni, sum eg hevði í Føroyum. Og so havi eg tikið við í metingina, at eg kann fáa tað gott í gerandisdegnum, og tí havi eg valt, soleiðis sum eg geri.


Nógv at gera

Allan Simonsen hevur nógvu seinnu árini búð í heimbýnum Vejle, men nú flytir hann úr Danmark og til Luksemborg at búgva og starvast fulla tíð.

Danska stjørnan starvaðist bara hjá FSF partvísa tíð. Umframt venjarastarvið hevur hann eisini arbeitt í danskari klædnafyritøku, sum framleiðir ítróttarklæði.

? Hetta arbeiðið havi eg havt við síðuna av landsliðsvenjarastarvinum í Føroyum, og tað hevur mangan verið sera hektiskt og strævið, sigur Allan Simonsen.

Hann tekur við starvinum í Luksemborg á nýggjárinum.