Dánial aftur í NSÍ

Higartil hevur NSÍ gjørt avtalu við tveir spælarar, meðan tað er greitt, at ein av teimum, sum vóru við í ár, ikki verður við aftur næsta ár

NSÍ

Dánial Hansen fer næsta ár at spæla við NSÍ. Tað veit heimasíðan hjá felagnum at siga. Dánial Hansen spældi í ár við B68. Í fjør var hann á Skála, men annars hevur hann bara spælt við NSÍ, har hann fótbóltsliga er uppvaksin.
Dánial er fjøltáttaður spælari, sum kann brúkast so at siga alla staðni á vøllinum. Í B68 var hann miðverji og vongverji, hann var á miðvøllinum, og hann var eisini í álopinum.
Tað hevur ljóðað, at tað í NSÍ varð arbeitt við at fáa fleiri spælarar til felagið. Eftir kappingarenda segði venjarin, Jógvan Martin Olsen, at tað ikki kundi roknast við, at NSÍ skuldi røkka meiri enn fjórða plássinum við tí manningini, sum teir høvdu. Felagið hevur ikki dult, at teir fegnir vilja vinna FM, sum teir higartil ongantíð hava vunnið. Tí er ikki undarligt, at tað verður arbeitt við at styrkja um liðið.
Umframt Dánial Hansen hevur NSÍ styrkt seg við miðvallaranum Aleksandar Jovevic, sum í ár var hollur stuðul á miðvøllinum hjá Skála. Jugoslaviski spælarin skal á liðið í staðin fyri Ian Højgaard, sum er fluttur til Danmarkar og tískil ikki verður við NSÍ næsta ár.