James Olsen Returns

Leygarkvøldið fer popparin James Olsen at hava konsert við einum bólki av garvaðum tónleikarum. Arbeiðið saman við Erann DD er liðugt á hesum sinni

 

James hevur ferðast við Erann DD runt um í Norðurevropa, har sangarin veruliga hevur fingið vind í seglini. Við í bólkinum hjá Erann var føroyski James Olsen, sum slær á trummur í tónleikabólkinum.

? Erann er við at gerast eitt stórt navn í norðurlondum, og tað hevur verið fantastiskt at royna lívið sum yrkistónleikari, sigur James Olsen.

James sigur, at øll tiltøkinin vóru ógvuliga væl fyriskipað, og sum tónleikari skuldi tú bara hugsa um tónleikin.

Konsertferðin er nú at enda komin, og James heldur fram í øðrum tónleikabólkum, sum hann er við í, og tað dámar honum væl.


Konsert í Føroyum

Nú er eyðkendi James Olsen aftur í Føroyum. Her fer hann at hava eina konsert, sum verður í badmintonhøllini leygarkvøldið.

Hann hevur savnað nakrar garvaðar føroyskar tónleikarar. Pauli Magnussen spælir bass, Ólavur Øster spælir guitar, Rógvi á Rógvu spælir ljómborð og James Olsen slær á trummur og fer væl at syngja eisini.

James sigur, at bólkurin fer at spæla nýggjari brit-pop løg og eldri løg í nýggjum hami. Løgini eru øll sonevnd cover-løg hjá øðrum bólkum.

Hann slær í øllum førum fast, at áhoyrarin kann vænta sær eina megnar framførslu í høllini.