Framsýning og undirhald
Hetta vikuskiftíð verður stórt tiltak í tróttarhøllini á Tvøroyri. Tað eru gamlaársnevndin á Tvøroyri sum hevur stóra bilaframsýning í høllini. Samstundis fer Lions Klubburin í Suðuroy at hava ymiskt undirhald.
Bilaframsýningin verður opin í kvøld frá kl. 17 til 22. Í morgin og sunnudagin er opið frá klokkan 14 til 20.
Tær bilasølur, sum eru við á stevnuni, eru Wenzel Petersen við Ford bilum, Bilasølan hjá Øssur Johannesen, ið hevur VW og Audi, Berg Motor, ið hevur Mazda, Eyðbjørn Hansen, ið hevur Suzuki, Esmar Simonsen, sum umboðar Daewoo, Bilfríðkan, ið selur BMW og Fiat, umframt Nordbil, sum selur Honda, Skoda og Hyundai.
Harumframt fer Alval at vísa fram sergjørd arbeiðsklæðir av ymsum slag.
Hoppiborg og tombola
Ímeðan Framsýninginer opin leygardagin og sunnudagin, báðar dagarnar frá kl. 14-20, fer Lions Klubburin at hava ymiskt undirhald í høllini. Har verður eitt nú stórt tombolola, har vinningarnir eru kakur og matur, tey fara at ísar og popkorn og ikki minst verður ein hoppiborg til børnini. Allur peningurin, sum Lions fer inn, fer til ymisk vælferðandi endamál. Peningurin, sum gamlaársnevndin fær inn av bilaframsýningini, fer til nýggjarshaldið á Tvøroyri.