Ymisk tøl um sílaaling

ES og Noreg eru ósamd um, hvussu stór sílaalingin í ES-londunum er. Tað kann kanska tykjast løgið, at tveir partar skulu keglast um, hvussu nógv síl verða ald í ES-londunum, men málið hevur kortini stóran týdning.

Upprunin til ósemjuna er, at í september vildi felagið hjá finsku alivinnuni vera við, at norskir sílaalarar høvdu selt fyri undirprís. Teir sendu ES-nevndini kæru um norska prísin. Men skal ein kæra fáa viðgerð, er tað eitt krav, at í minsta lagi 25 prosent av sílaalingini í ES stendur aftan fyri kæruna. Og her kemur ósemjan inn í myndina, tí norðmenn og ES-nevndin eru ósamd um, hvussu stór sílaalingin í ES-londunum veruliga er.

Norsku myndugleikarnir vilja vera við, at minni enn 25 prosent av sílaalingini standa aftan fyri kæruna, og teir krevja tí, at ES skal vísa kæruni aftur. Í Bruxelles hava tey hinvegin roknað seg fram til, at talan er um meiri enn 25 prosent, men ES-nevndin hevur kortini játtað at rokna eina ferð afturat. Fyri norðmenn hevur úrslitið stóran týdning, tí síðani finska kæran kom, hevur ES lagt 21,4 prosent í revsitolli á norsk síl.