Rak langa leið til Sumbiar

løskupostur rak heilt av Labrador til Sumbiar

Fløskupostur

Tað er ikki heilt ókent at finna fløskupostar ymsastaðni í Føroyum. Men tað er ikki ofta, at fløskupostar reka so langt sum tann hevur rikið, ið Jacob Poulsen í Sumba fann hendan dagin.
Hann plagar javnan at gera sær ein túr undir Bakkanum í Sumba. Men ein góðveðursdag herfyri, fann hann ein reka, sum vakti forvitni. Hann fann eina fløsku við vælklistraðum proppi á og tá ið hann hugdi nærri, sá hann, at eitthvørt lá í fløskuni.
Talan var um ein fløskupost.
Og hesin fløskuposturin hevur rikið longri á havinum enn teir flestu.
Í brævinum, sum lá í fløskuni, stendur, at fløskuposturin er tveittur á sjógv av skipinum, Northern Ranger uttanfyri Labrador í Kanada í oktober í fjør.
Hetta hálva árið, fløskuposturin hevur verið í sjónum, hevur hann sostatt rikið einar 3.000 kilometrar á havinum , suður um Grønland og Ísland og síðani eystur í hav, líka til Føroya, har hann endaði sínar dagar undir Bakkanum í Sumba.
So vítt, vit hava fingið upplýst, er Northern Ranger eitt slag av strandfaraskipi í Labrador ið siglur við fólki og farmi ímillum ymisk pláss har á leiðini.