at Jákup á Borg ikki longur var liðskipari. Og tvær bumbur afturat fullu, tá liðuppstilingin til dystin var kunngjørd. Bæði Christian Høgni Jacobsen og Andrew av Fløtum vóru nevnliga at finna á beinkinum [...] broytingarnar á HB-liðnum, at bert trý av plássunum – málverjin íroknaður – vóru mannað við somu spælarum, sum í taptu hálvfinaluni móti B36! Liðið vaknaði Meira enn nakað, so bendi hetta á, at Rúni Nolsøe [...] HB-liðið at kalla vaknaði. Talan var á ongan hátt um ein dyst við einvegis ferðslu, og NSÍ hevði avgjørt sínar møguleikar, sum teir ikki tóku av. Men hvør sum ein vildu teir á HB-liðnum prógva, at liðið er betri
Haldgrím, Hans Dávid, sum býr á Glyvrum, og sum í mong ár var tiltikin skipari á Stapanum hjá toftamonnum, Óluvá Jakobsen í Syðrugøtu og Arnfríð Jacobsen sum býr í Ballinge á Skive leiðini í Jyllandi. Tríggjar [...] Hugurin var góður, og ætlanin var at halda fram á sjónum, men soleiðis varð tað ikki. Haldgrím upplivdi alla ta stóru broytingina og menningina, sum fiskivinnan á sjógvi og landi fór ígjøgnum í tíðini eftir [...] Gøtugjógv, og tað var fjøltáttað. Teir arbeiddu fisk, sum fyrstu árini varð breiddur út á helluni og seinni turkaður á nýmótans turkaríi, teir arbeiddu sild, sum varð saltað í tunnur og eisini breidd til
til í fjør hevði B36 ongantíð vunnið á Svangaskarði, men nú tykjast teir orduliga vera slopnir av við tað kompleksið. Í góðveðrinum vóru nógvir havnarmenn komnir inn á Toftir, og teir fóru suður aftur í [...] Øssur Hansen, sum serliga í 1. hálvleiki lá ógvuliga frammarlaga í vinstra borði, var klárt besti maður á heimaliðnum, har russiski álopsmaðurin var sera uppsettur í fyrra hálvleiki, men hann dovnaði og [...] partar. Linjuverjin markeraði fyri rangstøðu, toftamenn steðgaðu á, men so varð flaggið drigið niðuraftur! Løtu seinni var Allan Joensen aftur á rætta plássinum og refleksbjargaði, tá Jens Kristian Hansen úr
Hetta fekk fleiri at fegnast, men upp aftur onnur at undrast á, hvar tey hava mannin, tí Tórbjørn Jacobsen sama fríggjadag á forsíðuni á Sosialinum hevði sagt, at hann umhugsaði at atkvøða ímóti uppskotinum [...] hevur sett seg upp á skeri fyri at skjóta við skørpum, segði Heri Joensen skemtandi. Glíðikrem til glíðibreyit Kjakið var rættiliga spennandi, og fleiri áhugaverd sjónarmið vórðu havd á lofti. Tó skal sigast [...] Miðflokkurin hevur tikið patent upp á føroyska siðvenju í hesum kjakinum, og segði síðani, at sonevnda siðvenja, ikki var gamal føroyskur kristindómur. Marjus Dam vísti á, at allir føroyingar í prinsippinum
stór. Ímóti sær hevði hann Øssur Hansen, sum enn eina ferð var besti maður á vølli. Heimaliðið nógv pláss B68 hevði nógv pláss at spæla á, og serliga eftir steðgin, tá teir høvdu eystanvindin undan, megnaðu [...] áðrenn teir fingu hol á. Øssur Jacobsen fekk tiltuskað sær eitt fríspark miðskeiðis á HB helvtini í vinstru. Arnold Joensen legði hálvhøgt í brotsteigin, bólturin tóktist snitta onkran á vegnum, sýnið hjá [...] Fótbóltur Fegnastu menninir á grasinum á Svangaskarði, tá fíni dómarin, Petur Skarðenni, bríkslaði fyri síðstu ferð, vóru hvítklæddu HB spælararnir. At teir vóru væl nøgdir var einki at undrast yvir. Teir
sendi HB á rætta kós, tá hann skoraði eftir sera vakurt uppspæl í vinstru síðu. Jón Rói Jacobsen, sum henda dagin spældi í miðverjuni saman við Jóhannusi Joensen, fekk fatur í bóltinum í vinstru síðu á egnari [...] Arnfinn Langgaard spælir bóltin til Djóna N. Joensen, sum er síðsti maður. Temjingin hjá Djóna miseydnaðist, og tá var Andrew kvikur á bóltinum. Andrew var leysur við Jens Martini, og tá áleyparin roynir [...] dystinum. Helgi L. Petersen spældi á miðvøllinum, og hann var sera ágrýtin og íðin, men einki kom burturúr hjá honum, hóast hann royndi. Pól Thorsteinsson var eisini á miðvøllinum, men hann sást ikki nógv
menningin hevur verið øgilig. Edmund Joensen, løgtingsmaður, var við á fundinum. Hann var fyrsti maður, sum Júst í Túni, sáli, bað til arbeiðis á Oyrabakka, har sjósílæini vórðu sett út. Edmund Joensen staðfesti [...] prosent av fóðursøluni, Skretting hevur 10 prosent, og Biomar hevur tvey prosent. Á kassavirkinum á Bakka arbeiða fimm fólk, og á teimum trimum nótavirkjunum fáast tíggju fólk við alinótir. Samlaða søluvirðið [...] Hansen Tað var í Skálafirði, at alivøggan stóð fyri 35 árum síðani, og tá Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, á fundinum, sum vinnar í Eysturoy hevði fyri góðum tveimum vikum síðani, tók saman um, og lýsti
eina dagin við 4-manna- farinum hjá pápa norður á Góðadal. Vit vóru: abbi okkara, Óli á Bakkanum, mamma, Astrid, Anna, Tórfríður og eg. Báturin bleiv bundin á Góðadals gjógv. Tá dagurin so var liðin, róðu [...] at hann fór við bilinum hjá Jógvan Øregaard,- Jógvan á Lakjuni. Tá eg kom heim á krossin, har Sparikassin er nú, fór bilurin forbí hjá Ismar. Eg sá á Abraham, men hann sá ikki meg, og eg mátti til húsar [...] bróður fór av stað við TINGANESI á sumri 1958. Tá hann var farin, legði mamma til merkis, at hann hevði onki akslatræ við. Eg bleiv tí sendur at vita, um eg fekk fatur á bilinum fyri at geva honum hetta
tykki verður bæði stórur og tungur, og tekur ómetaligan nógvan vind á seg, skal kunna hanga á Múrinum uttan at nerta Múrin? Serliga á norðursíðuni og endunum har eingi op eru at bolta ígjøgnum?? Eg havi [...] øðrum verjum, sum tit ætla at seeta uttanum og á Múrin. Eg haldi, at Múrurin er ein náttúrligur bygningur, og tí haldi eg, at besta verja má verða at verja hann á náttúrligan hátt, við tekju, hurðum og vindeygum [...] hesum. Á síðu 4 stendur: »Tískil er tað av so avbera stórum týdningi, at Múrurin verður verðandi fullkomuliga óbroyttur í sínum núverandi líki, einki má leggjast afturat og einki má trekkjast frá.« Á síðu
settur á stovn, ið seinni kann brúkast til at niðurlaga ríkisveitingina. Harnæst vísti formaðurin í Tjóðveldi á, at samgongan hevur sett sær fyri at fremja eina fiskivinnunýskipan, ið er grunda á tær aðalreglur [...] Hoydal valdi at leggja dent á var mentan, list og ítróttur, har hann førdi fram, at samgongan ynskir at gera uppraðfesta føroyska mentan, list og ítrótt. Seinasti maður at taka orðið á fundinum var Poul Michelsen [...] eina nýggja pensjónsskipan í samráð við allar flokkar á ting. Næstur at taka orðið var Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, ið nýtti høvi at fokusera upp á tey málini, ið liggja Tjóðveldi nær. Sjálv aðalmálini