Rúni fór all-in og vann

Eitt mál frá vrakaða liðskiparanum og tvey frá vrakaða landsliðsáleyparanum. HB-venjarin fór All-in og stóð eftir við sterkastu hondini, tá HB við sigri á meistarunum kom aftur á beint

Fótbóltur

 

Kreppan var meira enn eyðsýnd í HB. Í leikskránni undan dystinum varð tikið til, at kvotan við málleysum javnleikum nú var somikið ovurfiskað, at talan mest sum var um ránsveiðu, og hetta hevði eisini fingið sínar avleiðingar.

Fyrsta bumban varð slept í miðvikuni, tá tað stóð greitt, at Jákup á Borg ikki longur var liðskipari. Og tvær bumbur afturat fullu, tá liðuppstilingin til dystin var kunngjørd. Bæði Christian Høgni Jacobsen og Andrew av Fløtum vóru nevnliga at finna á beinkinum. Ja, somikið ógvusligar vóru broytingarnar á HB-liðnum, at bert trý av plássunum – málverjin íroknaður – vóru mannað við somu spælarum, sum í taptu hálvfinaluni móti B36!

 

Liðið vaknaði

Meira enn nakað, so bendi hetta á, at Rúni Nolsøe fór all-in í eini hálvgum desperatari roynd at venda tungu gongdini. Og við sigrinum móti verjandi meistarunum má sigast, at tað loysti seg at gambla.

Fram um alt, so høvdu avgerðirnar hjá venjaranum ta ávirkan, at HB-liðið at kalla vaknaði. Talan var á ongan hátt um ein dyst við einvegis ferðslu, og NSÍ hevði avgjørt sínar møguleikar, sum teir ikki tóku av. Men hvør sum ein vildu teir á HB-liðnum prógva, at liðið er betri, enn seinastu dystirnir hava víst.

Hjá NSÍ hevur eisini staðið nógv á. Meistararnir hava enn ikki funnið formin, sum í fjør gav teimum gullið, og tí var talan eisini um sera týðandi dyst hjá teimum.

Og samanlagt gav hetta úrslit í einum ferðmiklum og intensum dysti, har báðir partar fóru út eftir trimum stigum, heldur enn at verja tí eina, sum teir høvdu.

 

Tróndur dagsins maður

Í uppgerðum av hesum slag vilja altíð vera støður, sum høvdu sína avgerandi ávirkan á úrslitið.

Hesar vóru eisini nakrar av í Gundadali, og felagsnevnarin fyri tær var Tróndur Vatnhamar. Eingin ivi er um, at við sigrinum stóð HB-venjarin sum kanska størsti vinnarin av øllum, men Rúni Nolsøe man helst eisini hava sent nakrar vinarligar tankar til Trónd Vatnhamar fyri hansara avrik. Kanska hevur málverjin onkra tíð havt meira at gjørt í einum dysti, enn hann hevði hesaferð. Men sjáldan hava bjargingarnar verið timaðar til somikið avgerandi løtur.

Longu tíðliga í dystinum kavaði hann úti við stólpan, tá Einar Hansen fluktaði móti málinum eftir hornaspark. Ein støða, har eitt NSÍ-mál veruliga kundi punkterað HB-neistan.

Beint undan fyrsta HB-málinum átti hann eisini sín leiklut, tá Óli Hansen ikki fekk lagt NSÍ á odda, og so kundi Jákup á Borg ístaðin skora til 1-0 við seinasta sparkinum undan steðginum.

Og tíðliga í seinna hálvleiki hevði hann kanska bestu bjargingina av øllum, tá hann sum køtturin fekk jústa skotroynd frá Jónhard Frederiksberg burtur.

Og ógvuliga hóskandi varð Tróndur eftir dystin kosin sum dagsins HB’ari. Og eins hóskandi við Jákupi á Borg og Christian Høgna Jacobsen sum nummar tvey og trý í atkvøðugreiðsluni hjá HB-stuðlunum.

 

Málini

Í mun til so nógvar av undanfarnu dystunum, so tók HB hesa ferð av, tá møguleikarnir buðust.

Jákup á Borg skoraði fyrsta málið dygst undan steðginum. NSÍ hevði júst havt vandamikla roynd, og so gekk skjótt hinvegin. Jákup dróg móti tøvandi verjuspælara, og so smekkaði hann bóltin flatt inn um stólparótina.

Jákup átti eisini sín lut í næsta álopinum, tá hann vann bóltin afturi á miðvøllinum. Innskifti Christian Høgni spældi 1-2 við Ólav í Ólavsstovu, og hóast runavíkingurin tóktist draga ov langt við bóltin, so eydnaðist honum at pota inn um Tórð Thomsen í NSÍ-málinum.

Triðja málið átti Christian Høgni við húð og hár, tó at Jákup eisini hevði sín lítla fót við í hesum. Nú fyrrverandi liðskiparin spældi til Christian Høgna, sum av brotsteigarmarkinum setti ferð á, og smoygdi sær millum tríggjar verjuspælarar, áðrenn hann við vinstra beininum smekkaði bóltin flatt í netið.

 

Meistarakreppa

Og so var krepputosið í HB-húsinum av. Ivaleyst høvdu mon undan dystinum hug at finnast at avgerðunum, sum Rúni Nolsøe hevði tikið undan dystinum, men í fótbólti er tað væl soleiðis, at vinnarar hava altíð rætt.

Hinvegin er talan nærum um kreppustøðu í Runavík eftir ósigurin. Gaman í eru 20 dystir eftir á tapetinum, og verða teir tiknir »ein í senn«, so kann NSÍ sjálvandi toga seg uppaftur.

Men veruleikin er samstundis, at NSÍ nú er sjey stig aftan fyri EB/Streym, og higar til hevur spælið hjá NSÍ ikki borgað fyri, at teir kunnu seta kravdu røðina av sigrum saman, um teir skulu vinna munin aftur.