Stólparnir hildu við HB

B68-HB 1-1 (0-0):
B68 sendi tríggjar ferðir í stólpan, men teir megnaðu enn eina ferð ikki at fáa fulla úrtøku á heimavølli ímóti einum av liðunum, sum teir kappast við

Fótbóltur

Fegnastu menninir á grasinum á Svangaskarði, tá fíni dómarin, Petur Skarðenni, bríkslaði fyri síðstu ferð, vóru hvítklæddu HB spælararnir. At teir vóru væl nøgdir var einki at undrast yvir. Teir vóru komnir eftir javnleiki, teir vóru komnir afturum aftaná, at teir høvdu havt vindin undan, teir høvdu sera fáar royndir ímóti toftamálinum, men kortini fingu teir eitt mál og javnleik.
Útjavnandi HB málið, sum teir fingu eitt korter undan leikloki, skoraði Rógvi Jacobsen upp á brotsspark. Hann var púra kaldur, tá hann sendi málverjan til vinstru fyri seg sjálvan, og so varð bólturin rullaður í hitt borðið. Meistari fyri brotssparkinum var Andrew av Fløtum.
Teir tríggir álopsspælararnir hjá HB, sum higartil í ár hava verið besta vápnið hjá teimum, høvdu tað ikki lætt hesa ferð. Jan Petersen hevði fyri tað mesta gott tak á Una Arge, og Jón Rói Jacobsen var tað so nógv minni um, enn tað plagar at vera. Stuðulin frá miðvallarunum var ikki nakað serligur. Álopsmennirnir runnu fyri tað mesta eftir longum sendingum. Og um tað eydnaðist at temja, so vóru møguleikarnir at spæla víðari fáir.
Men kortini eydnaðist tað Andrew av Fløtum, sum var best upplagdur av HB álopsmonnunum, at tiltuska sær møguleikan, sum bar útjavnandi málið við sær. Eftir at B68 var komið framum, flutti Andrew eitt vet longri aftur á vøllin. Tað vóru boðini frá venjaranum í vónini um, at tað skuldi gerast eitt sindur tættari millum keturnar. Andrew vann bóltin eitt sindur frammanfyri miðstrikuna, tá B68 temjing meiri enn hálvkiksaði. Hann sneiddi framvið fleiri, og tað eydnaðist honum at koma í brotsteigin, áðrenn Hans Fróði Hansen royndi at takla. Dómarin var eirindarleysur ímóti bróðrinum í B68 miðverjuni, Petur vísti á ellivu metur blettin, og so var 1?1, og harvið varðveitti HB frástøðuna til B68.
HB spældi uttan fleiri av teimum, sum hava verið við til at vunnið so nógv í ár. Ingi Rasmussen og Janus M. Joensen vóru vongtverjar, og teir hildu seg konsekvent til verjupartin og vóru so at siga ikki frammanfyri miðstrikuna. Uppgávan hjá Inga var stór. Ímóti sær hevði hann Øssur Hansen, sum enn eina ferð var besti maður á vølli.

Heimaliðið nógv pláss
B68 hevði nógv pláss at spæla á, og serliga eftir steðgin, tá teir høvdu eystanvindin undan, megnaðu teir at samanspæla. Vongverjarnir, Jan Petersen og John Heri Dam, bjóðaðu seg til, og á miðvøllinum var Jann Ingi Petersen íðin, og Marlon Jorge spældi seg upp, eftir at hann hevði kiksað sjey av níggju fyrstu ferðunum, hann hevði bóltin.
Trupulleikin var tyngdin í álopspartinum. Marcello Marcellino, sum mikukvøldið var avloysari hjá skadda Anders Nygaard, var ikki tøkur hesa ferð, og hóast Øssur Jacobsen stríddist væl og var um reppið at fáa mál, so sást tað, at hann var neyðloysn sum júst miðframherji.
Men B68 hevði møguleikarnar at gera fleiri mál. Eftir innlegg frá Arnoldi Joensen í vinstru, út frá og innaftur, varð Øssur Jacobsen blankur eitt sindur til vinstru í brotsteiginum, men skotið brast í nærra stólpan. Og í 2. hálvleiki vóru stólparnir tvær ferðir í vegin. Eftir langt og neyvt skift frá Fróða Benjaminsen og sending frá Øssuri Jacobsen, kom Øssur Hansen í vinstru inn ímóti málteiginum, men skotið brast í nærra stólpan, og fram ímóti dystarenda, tá B68 royndi at leggja trýst á fyri at fáa sigursmálið, vóru teir aftur óhepnir. Arnold Joensen royndi seg úr stórari fjarstøðu, Bárður Johannesen tveitti seg til høgru fyri seg sjálvan, men hann rakk ikki bóltinum, sum brast í nærra stólpan og fór framvið málstrikuni og út hinumegin.
Einasta málið fekk B68, tá 2. hálvleikur var átjan minuttir gamal. Tá høvdu teir í eina løtu trýst, m. a. høvdu havt trý tøtt hornaspørk, áðrenn teir fingu hol á. Øssur Jacobsen fekk tiltuskað sær eitt fríspark miðskeiðis á HB helvtini í vinstru. Arnold Joensen legði hálvhøgt í brotsteigin, bólturin tóktist snitta onkran á vegnum, sýnið hjá málverjanum var vánaligt, tí har var so nógv fólk frammanfyri, og so sigldi bólturin í handara síðunetið.
Men enn eina ferð megnaði B68 ikki at varðveita leiðsluna. Eitt mistak kostaði eitt mál, og fyri aðru ferð í fýra dagar mistu teir leiðsluna og harvið tvey stig á heimavølli.

Dysturin í tølum:
B68-HB 1-1 (0-0)
1-0: Arnold Joensen, 64
1-1: Rógvi Jacobsen (br.), 86
Dómari: Petur Skarðenni

B68: Michal Kokoszanek ? Jan Petersen, Hans Fróði Hansen, Messias Perreira, John Heri Dam ? Jann Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, Marlon Jorge ? Arnold Joensen, Øssur Jacobsen, Øssur Hansen
HB: Bárður Johannesen ? Ingi Rasmussen, Hans á Lag, Jan C. Dam, Janus M. Joensen ? Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Nicu Dogaru ? Jón Rói Jacobsen, Uni Arge, Andrew av Fløtum