Sum festari av Kirkjubøgarði fyri Heiman sum 16. ættarlið, havi eg eins og forfedrar mínir skyldu til at varðveita henda fedranna arv, og lata næsta ættarliði garðin, helst ikki í verri standi enn tá ið eg fyri skjótt 30 árum síðani festi garðin.
Kirkjubømúrurin er á mínum festi. Kirkjubømúrurin er samstundis Føroya mætasta fornminni, ein perla í Norðurlendskum fornminnum, sum hvørki eg ella nakar annar hava loyvi til at lata fara fyri skjeyti, ella at hann skal enda sum ein samanfallin ruin, ella hústoft. Vandin fyri at so verður, gerst fyri hvønn dag sum gongur størri og størri. At tað gongur skjótari og skjótari er eyðsýnligt. Øll eru samd um, at nú má nakað ítøkiligt gerast.
Frá barnsbeini av og til dagin í dag havi eg fylgt væl við í øllum práti sum her er farið fram av nógvum mætum fólki, um varðveitslu av Múrinum. Eg kann t.d. nevna Sverra Dahl, fyrrverandi landsantikvarur, Glob professari, Bodil Kock, Kristian Eldjarn, Håkon Christie, Knud Krogh, Curt V. Jessen, Benner Larsen, Helge Brinch Madsen, Søren Abrahamsen, Kirstin Eliasen og mong onnur.
Sum vaksin havi eg lisið mest alt sum mínir forfedrar og aðrir hava skrivað um Múrin og onnur fornminni og forngripir her á staðnum, og um teirra stríð, eisini ímóti embætismonnum, at verja hesi fornminni. Eisini havi eg lisið nógv um hvat kendi norski arkitekturin Johannes Meyer hevur skrivað um ætlanir í 1926 um at varðveita Múrin.
Eg havi verið víða um í verðini og ferðast, og havi altíð havt eyguni við mær, og hugt hvussu onnur hava røkt teirra fornminni; eitt nú í Íslandi, Grønlandi, Danmark, Noregi og Finnlandi, og samanborið tað eg havi sæð, við hvat vit møguliga kunnu gera, fyri at varðveita Múrin á ein skinsaman hátt, og hetta hevur verið við til at lagt lunnar undir okkara verkætlan.
Tað er eingin loyna, at eg ótolin í nógv ár havi bíðað eftir at nakað ítøkiligt kom frá okkara serkønu um hvat skal gerast. Seinasta ár spyrji eg meg sjálvan, hvat vil eg? Hvat kann eg gera? Her er eingin ivi hjá mær. Eg vil at Múrurin skal verjast, so at hann ikki ferst meira. Hann má fáa eitt tak, vindeygu og hurðar. Samstundis vil eg at teir kirkjugripir, sum vóru tiknir higani ífrá, ímóti mínum forfedra vilja, koma aftur á teirra rætta pláss, og her kunnu sýnast fram fyri Føroya fólki og øðrum.
Síðani vendi eg mær til P.J. Gregoriussen, arkitekt, Una Patursson, verkfrøðing, Trónda Patursson, listamann og onnur góð fólk.
Eftir tveimum mánaðum høvdu vit okkara verkætlan klára. Eitt valaverk, sum ikki á nakran hátt skalar Múrin, men tvørturímóti, vil verja hann, soleiðis at hann í framtíðini bæði kann kannast, umvælast og samstundis kann verða karmur um okkara kirkjugripir, kirkjubøstólarnar, kirkjuligar handlingar, konsertir o.a. Um so eftirkomarar okkara um fimti ella hundrað ár meira at Múrurin skal varðveitast á annan hátt, so kann alt takast burtur aftur, og so hava tey Múrin, sum hann sá út í 1997.
Okkara verkætlan, sum er veruliga góð og praktisk gjørlig, hevur fingið góð ummæli frá millum øðrum Johs. Exner, sum hevur varðveitt millum annað Koldinghus. Verkætlan okkara er nú broytt eitt sindur eftir hansara tilmæli. Somuleiðis hevur okkara verkætlan fingið góð ummæli frá serkønum fólki bæði í Føroyum, Íslandi, Noregi og Danmark.
Verkætlan okkara bleiv løgd fyri Landsstýrismannin í mentamálum Sámal Petur í Grund og varð móttikin við vælvild, somuleiðis av bygdaráðnum, kirkjuráðnum, kirkjumyndugleikum, Føroya fólki og ikki at gloyma, øllum teimum mongu vitjandi, sum hava verið her og sæð ætlanina.
Henda góða ítøkiliga verkætlan okkara, sum ikki higartil hevur kostað Føroya fólki eitt einasta oyra, kann setast í verk beinanvegin og kann standa liðug um eini tvey ár, um bara slepst í gongd við arbeiðið. Hava vit ráð og tíð at bíða longur?
Vit hava nógvar vitjanir millum ár og dag, og ivist eg ikki í, at um okkara verkætlan verður til veruleika, verður ikki neyðugt at tyngja okkara skattgjaldarar við at gjalda nakað til hana, um vit ikki vilja sjálvir, tí at tað eru nógvir grunnar og aðrir sum fegnir vilja sleppa framat at gjalda.
Ella, skal sum so mangan áður, øvundsjúka, partapolitikkur, klandur og stríð í fjølmiðlum og aðra staðir, enn einaferð forða fyri, at nakað verður gjørt? Skulu vit bara framhaldandi sita hendur í favn og bíða til Múrurin er farin fyri skjeyti? Okkara mætasta fornminni?
Nøkur orð um
og spurningar til varðveitingarætlanina hjá Føroya Fornminnissavni
Í veruleikanum havi eg ongantíð verið samdur í tí máta tit ætla at gjøgnumføra tykkara Varðveitingarætlan við klimaskermum og øðrum verjum, sum tit ætla at seeta uttanum og á Múrin. Eg haldi, at Múrurin er ein náttúrligur bygningur, og tí haldi eg, at besta verja má verða at verja hann á náttúrligan hátt, við tekju, hurðum og vindeygum, og ikki seta hann inn í eitt ella annað. Hann er bygdur at standa úti, men undir taki.
Í varðveitingarætlan tykkara, sum eg havi lisið gjølla, haldi eg eru nógv ymisk ting, sum eru mótsigandi og ætli eg tí at seta spurningar til okkurt av hesum.
Á síðu 4 stendur: »Tískil er tað av so avbera stórum týdningi, at Múrurin verður verðandi fullkomuliga óbroyttur í sínum núverandi líki, einki má leggjast afturat og einki má trekkjast frá.«
Á síðu 13 stendur: »Hugsa vit okkum her øll umrøddu varðveitingar og verjutiltøk framd í verki, eru vit í eini støðu, har tað stásiliga kirkjurúmið fer at standa í einum heilt broyttum líki.« Mín spurningur er hvussu kann hetta lata seg gera? Broyttum líki?
Á síðu 11 stendur: »Konserveringstiltøk undir teirri fyritreyt, at Múrurin verður innilokaður framyvir.« Er tað ikki tað vit gera?
Eisini stendur: »at klimaskermur verður festur sum tvinguok, og hildin saman við tvørboltum gjøgnum op í Múrverkinum, soleiðis at múrverkið sjálvt verður órørt.«
Hvussu ætla tit at tílíkur klimaskermur, sum eftir mínum tykki verður bæði stórur og tungur, og tekur ómetaligan nógvan vind á seg, skal kunna hanga á Múrinum uttan at nerta Múrin? Serliga á norðursíðuni og endunum har eingi op eru at bolta ígjøgnum??
Eg havi hoyrt eldri kønan verkfrøðing siga, at hvørki Múrur ella klimaskermur kemur at standa uppi eftir fyrsta harðbalna veturin.
Á síðu 8 er mynd av hugskoti um hvussu møguliga framtíðar gjøgnumskygd tekja kann koma at síggja út. Hvussu halda tit at konstruktiónin til hesa tekju fer at síggja út?
Á síðu 14 stendur: »Við eitt fáa vit sostatt eitt rúm, sum í øllum førum summarmánaðarnar kann verða nýtt til ymisk endamál, eitt nú guðstænastur, konsertir v.m. Heldur ikki kann útihýsast, at tað fer at bera til at sýna fram savnslutir í serliga tilevnaðum og á allan hátt tryggum eindum.
Kirkjubøstólarnir kunnu kanska koma uppá tal umframt aðrir lutir, ið hava tilknýti til kirkjuumhvørvi í Kirkjubø. Hugsa vit okkum stólarnar og aðrar lutir sýndar fram í Kirkjubø, hevur eydnast at skapa nakað heilt einastandandi.«
Er tað ikki akkurát hetta okkara verkætlan fremur? Tað haldi eg.
Til seinast kundi verið áhugavert fyri almenningin at fingið at vita, hvat tykkara varðveitingarætlan higartil hevur kostað?
Rættleiðing til okkurt av tí sum er komið fram í fjølmiðlunum
Landsantikvarur Arne Thorsteinsson segði í Degi og Viku herfyri, at okkara Verkætlan vildi skaða Múrin, og tók aftur í aftur »eg veit tað«. Hetta áttu vit at fingið meira at vita um, hvat hann meinar við. Eisini segði hann at nú mátti Múrurin verjast móti menniskjum. Spurningurin er hvørjum menniskjum?
Við at lesa søguna, sæst at mínir forfedrar hava roynt at barst fyri at røkt okkara fornminni, og ikki hevur tað altíð verið lætt at staðið á odda, dømi um hetta er t.d.: Hví var ovasti endi á Stokkastovuni rivin niður í 1833 og hví varð Petur bóndi noyddur til at reka Holten amtmann av garði í 1868? Nei, embætismenn og yvirvøld hava ikki altíð verið tey bestu menniskju fyri fornminnini í Kirkjubø.
Eitt skulu tit vita á Fornminnissavninum, at um okkara forfedrar og aðrir ikki høvdu verið so at sær komnir, at teir høvdu sæð neyðina í at umvæla Múrin, og fornminnini yvirhøvur, av og á, so hevði eingin Múrur og fornminni verið til í Kirkjubø í dag, men bert toftir. Síðani Sverri Dahl, sáli umvaldi Múrin seinast, er eingin umvæling farin fram, uttan at maður fyri nøkrum árum síðani tók almikið av leysum klípum úr vegginum, og legði tær í ein krók, og har liggja tær enn. Eisini eru tvey hol borað tvørtur ígjøgnum Múrin, og standa tey opin enn. Er hetta varðveiting?
Í Sosialinum 3. juli stendur, at Håkon Christie, norskur fornfrøðingur sigur um okkara verkætlan »den ville få som følger, at Muren blev skadet som kulturminne.« Í brævi til mín, skrivar sami maður, »efter grundig gennemgang af jeres projekt, ser jeg at dera prøver at forene de mange ønsker som vi alle har.«?
Í sama Sosiali stendur, í 1990 fór Curt V. Jessen úr nevndini, og at eitt sindur av fornermilsi hómast í hansara ummæli av okkara verkætlan. Eg kundi hugsað mær at fingið at vita frá Fornminnissavninum, hví Carl V. Jessen, sum er ein tann ið veit mest um Múrin, hevur teknað allar tær tekningar, sum enn í dag vera brúktar av Múrinum, fór úr nevndini?
Eisini hevur í onkrum bløðum staðið at lesa, at eg vil ogna mær Múrin til egnan vinning, og vil eg burturvísa hesari skriving, sum reinur heilaspuni. Mín ætlan er bert at verða við til at varðveita Múrin og fornminnini fyri eftirtíðina.
Nógvir spurningar og nógv ymisk svar hava verið í fjølmiolunum, men felags fyri tað mesta er, at viðkomandi ikki hevur sett seg nóg væl inn í málið, sum skrivað og talað hevur verið um. Ella møguliga við vilja reingja veruleikan, ið ikki tænir Múrinum, so eg haldi at orðatakið, at tað er ikki hvørt orð tú skal svara til, hóskar væl at enda við.
Til enda:
Múrurin er og verður í mínari verð Dómkirkjan, Magnus Katedralurin, sum myndugleikar og embætismenn eftir trúbótina hava rivið takið av, vindeygu og hurðar úr, og flutt ella selt tað burtur. Nú er tíð uppá at fáa alt hetta gjørt aftur, og ongantíð ov skjótt.
Á klæmintsmessu 1997