Ein heilsan til mammu mína, Thurid Abrahamsen, Fuglafirði á 90 ára føðingardegnum

? og ein lýsing av nøkrum minnum, sum meg minnist frá mínum foreldrum frá ungdóms- og mandómsárum

At skriva um barnaminnir er ikki so heilt lætt, tí flest øll eru av tí áskoðan, at tey eiga ella hava átt tey bestu foreldrini.
Ójavnt sum lívið lagar seg fyri hjún. Summi fáa als eingi børn. Onnur fáa børn, sum tey missa sum heilt smá, og aftur onnur fáa børn og missa burturav, tá tey eru tilkomin.
Mamma og pápi fingu tað, sum ein kann kalla ein stóran barnaflokk. Vit vóru ikki færri enn 15 systkin, 7 systrar og 8 brøður.
Meg minnist mammu og pápa sum, at guðsóttin varð hornasteinurin í lívinum hjá teimum, og eftir tí blivu vit uppald. Hvat vit hava tikið til okkum, tað er ein onnur síða av sakini. Viðvíkjandi tí dagliga arbeiðinum, so kann eg av góðum grundum ikki úttala meg um, hvussu tað var hjá teimum eldru systkjunum, tí sjálvur eri eg nr. 11 í røðini. Vit yngru blivu sett til at luttaka í tí dagliga arbeiðinum frá heilt umgum av, tað veri seg at vera við at hoyggja, at passa kúnna og seyðin, at reinsa hjá hønunum, og dunnunum, at vera við til at seta niður eplir og at taka upp aftur og onnur smá gerandislig arbeiðir, sum skuldu gerast. Burtursæð frá torvi og hoyggi, so vóru uppgávurnar hjá systrunum mest innandura.
Meg minnist meg bert eitt árið at hava verið við í torvi. Tað árið róðu vit tann eina dagin við 4-manna- farinum hjá pápa norður á Góðadal. Vit vóru: abbi okkara, Óli á Bakkanum, mamma, Astrid, Anna, Tórfríður og eg. Báturin bleiv bundin á Góðadals gjógv. Tá dagurin so var liðin, róðu vit heimaftur.
Tá eg var smádrongur, tá var hvørki vaskimaskina, sentrifuga, uppvaskimaskina ella turkitrumla vanligt í tí føroyska húsarhaldinum og heldur ikki hjá okkum. Tær løtur, sum bæði mamma og systrar okkara hava brúkt, bæði til at vaska klæðir, vaska upp og at vaska inni, tær eru ikki so fáar. Hevði mamma ikki dugað so væl at fingið burturúr døtrunum/ systrunum og at sett okkum til arbeiðis, so hevði byrðan hjá henni verið munandi størri. Eg ivist onga løtu í, at tað er komið teimum til góða seinni, og at tær høvdu ein góðan førning við sær, tá tær sjálvar fóru at halda hús.
Pápi arbeiddi ofta burturi, og tí lá ofta nógv á mammu, men hon dugdi sera væl at hava okkum við til tað, ið gerast skuldi.
Hóast nógv var at hugsa um, so var umsorganin hjá mammu so ómetaliga stór fyri bæði pápa og sínum børnum.
Meg minnist, tá Abraham bróður fór av stað við TINGANESI á sumri 1958. Tá hann var farin, legði mamma til merkis, at hann hevði onki akslatræ við. Eg bleiv tí sendur at vita, um eg fekk fatur á bilinum fyri at geva honum hetta góða akslatræ. Meg minnist, at hann fór við bilinum hjá Jógvan Øregaard,- Jógvan á Lakjuni. Tá eg kom heim á krossin, har Sparikassin er nú, fór bilurin forbí hjá Ismar. Eg sá á Abraham, men hann sá ikki meg, og eg mátti til húsar aftur við akslatrænum. At tað skuldi vera síðstu ferð, at eg sá Abraham, tað grunaði eg ikki.
Meg minnist eisini sum tað var í dag, tá eg skuldi fara eitt ørindi oman til Haraldsen at keypa. Í úthurðini møtti eg Torkil Beder presti, sum spurdi eftir mammu. Eg segði, hvar hon var, og bað hann bíða, so fór eg míni ørindi. Tá eg kom aftur, tá var grátur og eymkan mikil, tí prestur var komin við deyðsboðum av Abrahami bróður, sum var sjólátin við útróðrarbátinum HAVSØKA, sum róði út frá skonnartini TINGANES. Teir vóru 3 mans við bátinum, tveir sjólótust, og tann triðji varð bjargaður í evstu løtu. Báturin, teir vóru við, var koppaður av einum boðabroti. Tað segðist, at menninir á bátinum, sum kom fram á tann hálvda bátin, sóu Abraham bróður, áðrenn teir komu til bátin, men tá teir náddu fram, var hann farin.
Vit vóru øll uppvand við, at tað er Guð, sum valdar ævum øllum, og mamma troystaði okkum við, at Abraham var farin til Jesuspápa, og tað var hansara vilji, at tað skuldi vera so. Hóast óskiljandi, so góðtóku vit, í hvussu er eg, at tað var Guðs vilji, at Abraham bróður var deyður. Hon sannførdi okkum eisini um, at eingin spurvur fellur til jarðar uttan Guðs vilja. Mamma hevði mangan á orði, at Abraham var spardur fyri nógv við at vera sloppin úr hesi verð so »óspiltur«, sum hann var. Hóast Abraham doyði 25. august 1958, so er tað enn fyri mær, sum um tað var í gjár. Abraham var 15 ára gamalur tá. Eg ivist ikki í, at tað er líka ringt fyri bæði foreldur og børn at missa børn ella systkin, um tey eru nógv í tali, ella um tey eru fá.
Einaferð fyri mongum árum síðani var missiónsvika í Fuglafirði. Tá var tað soleiðis, at av tí at missiónshúsið var so lítið, so endaði møtirøðin við møti í kirkjuni sunnukvøld. Tað árið, sum mær rennur í huga, tá var tað Edmund Abrahamsen í Garði á Strondum, sum kom at eita Edmund í Garði, sum talaði. Hvussu talan var, minnist meg ikki, men minnist væl tekstin, hann talaði yvir. Tað var Dávids sálma 37 ørindi 25, ið sigur: »Eg ungur havi verið, eri gamal vorðin, men onga tíð eg sá ein rættvísan uppgivnan, ella børn hansara bidda breyð«. Hóast eg ikki vildi gera pápa til eitt halgimenni, so var tað fyri mær, sum var tað pápa, hann talaði um.
Seinni fekk pápi fra tveimum av børnunum í jólagávu eina glasplátu við sama skriftstaði á.
Síðstu ferð mamma og pápi vóru saman inni hjá okkum (mær og konu míni), fall prátið inn á viðurskiftini viðvíkjandi húsarhaldinum. Pápi fortaldi tá, at tað hevði ofta verið smátt til at taka, men bert eina ferð vóru tey farin í song, har onki var at keypa fyri, einki breyð og heldur einki tilfar til breyð. Grindatunnan var tóm, og eingin fiskur var, hvørki feskur, saltur ella turrur. Tá tey fóru í song tóku tey sum so ofta eitt mannakorn. Á mannakorninum, hann hevði tikið, stóð skriftstaðið:
»Eg ungur havi verið, eri gamal vorðin, men onga tíð eg sá ein rættvísan uppgivnan, ella børn hansara bidda breyð«.
Pápi var kavari. Um náttina ringdi telefonin. Tað var ein, ið ringdi fyri skiparan á einum enskum trolara, sum hevði fingið um skrúvuna og var komin á Klaksvík.
Tann, ið ringdi, spurdi, um pápi kundi koma at fáa weirin av skrúvuni. Tað játtaði hann sjálvsagt, tí grundin til, at onki var at keypa fyri, var júst tann, at hann hevði einki arbeiði.
Tá pápi kom umborð á trolaran, segði skiparin við hann, at um hann kundi fáa weirin av, uttan at koma upp ímillum, so skuldi hann fáa 1600 kr. fyri arbeiðið, og tað vóru nógvir pengar tá.
Pápi fekk sær til vega tey amboð, sum vóru við hondina. Neyvan hava tað verið nútíðar amboð. Tað gingu heilir 11 tímar, áðrenn weirurin var av skrúvuni. Í allar teir 11 tímarnar setti pápi einaferð høvdið uppundan fyri at drekka eitt krúss av tevatni, sum skiparin bjóaði honum. Soleiðis var neyðin fingin frá durunum í tí førinum. Eg havi mangan, ávirkaður av somu hending, í mínum dagliga arbeiði hugsa tankan, at einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.
Mamma hevur gingið í misiónshúsið alt tað, meg minnist. Í tí sambandinum hevur hon eisini verið í Sjómanskvinnuringinum.
Fyri nøkrum árum síðani var tað soleiðis í bygd okkara, sum man koma fyri so manga aðrastaðni, at nakrir ungdómar vóru komnir til ilnar. Í tí sambandinum segðist eisini, at knívurin hevði verið á lofti. Tann eini, ið hevði verið við í vásinum endaði á Landssjúkrahúsinum, meðan ein annar varð settur innan rimarnar í politigarðinum.
Tá fóru nógvar tungur til verka. Ikki var alt av tí góða. Summar søgdu, at hann hevði gott av at verða settur handan rimarnar. Hann skuldi bara uppført seg sum eitt fólk. Onnur søgdu, hvat skal tað verða, og so fingu bæði mamman og pápin, abbin og omman síni ummæli. Ikki vóru tey so tespulig.
Tá var tað at mamma í túninum við gráturødd kom til mín og fortaldi, at hon árið frammanundan hevði sent jólapakka til hin ókenda sjómannin. Í pakkanum var andaktsbókin »Kraft av nýggjum«, og tann pakkan hevði hesin sami drongur fingið.
Hon fortaldi mær eisini, at hesin sami drongur ein dagin var komin til hennara og hevði fortalt henni, at hann hevði fingið pakkan, og takkaði fyri bæði hosurnar og andaktsbókina. Tað, sum gleddi hana mest, var, at hann hevði fortalt fyri henni, at hann síðan tá hevði lisið í andaktsbókini hvønn dag. Hon fortaldi mær eisini, at hon síðan omanfyri nevndu hending hvørt kvøld hevði biðið fyri hesum unga dreingi.
Eg ivist ikki í, at tað eisini eru aðrar kvinnur, ið biðja fyri ungdóminum, sum eftir okkara tykki ikki skikkar sær so, sum vit halda, at ungdómurin eigur at gera, men hetta var so um eitt tilfeldi, sum mamma mín hevur fortalt mær.
At enda vil eg takka fyri alt tað, ið eg havi fingið frá mínum foreldrum. At eg átti at havt brúkt tað betur, tað kann so ikki leggjast teimum til last, men um eg og systkin míni ikki høvdu havt fingið tann andaliga førning, sum vit hava, ja so var støðan bara enn verri. Eg vil eisini takka Guði fyri, at vit fingu loyvi at hava mammu hjá okkum so nógv ár. Tað er ikki øllum lagað, heldur ikki í okkara familju. Pápi doyði bert 69 ára gamal, men gott er at kenna fløvan av hondini, ið slepti.
Góða mamma, hjartaliga tillukku á níti ára degnum við ynski um Guðs ríku signing framyvir

Ellintur