Haldgrím Gregersen 75 ár

Í dag, hósdagin 20. desember, verður Haldgrím Gregersen í Syðrugøtu 75 ár.

Hann er kendur sum formaður í GÍ, umsjónarmaður í ítróttarhøllini á Kambsdali og longri afturi sum arbeiðsformaður í fiskaarbeiðnum í Gøtu.

Foreldrini vóru Maria fødd Hansen uttan av Rætt í Syðrugøtu og Martinus í Inniguttastovu, sum sat við Guttastovufestinum. Tey fingu fýra børn: Haldgrím, Hans Dávid, sum býr á Glyvrum, og sum í mong ár var tiltikin skipari á Stapanum hjá toftamonnum, Óluvá Jakobsen í Syðrugøtu og Arnfríð Jacobsen sum býr í Ballinge á Skive leiðini í Jyllandi.

Tríggjar vikur eftir at hann var farin úr skúlanum, fór Haldgrím til skips. Hann sigldi í fimm ár. Hugurin var góður, og ætlanin var at halda fram á sjónum, men soleiðis varð tað ikki.

Haldgrím upplivdi alla ta stóru broytingina og menningina, sum fiskivinnan á sjógvi og landi fór ígjøgnum í tíðini eftir kríggið. Hann var við Føroyingi, sum Óla Hans Olsen í Syðrugøtu førdi og Dánial Jákup í Skipshandlinum átti. Hetta var við snøri og í sjálvdrátti. Við sama skipara var hann í Grønlandi við Tinganesi. Partafelagið Norðlýsið átti, og Niels Juel Arge var útgerðarmaður. Felagið átti eisini Glyvursnes. Henda trímastraða skonnartin sigldi við koli, sementi og øðrum millum Føroyar og Danmark. Bernhard Arge var skipari, og í tveir vetrar var Haldgrím við. Hann plagar at taka til, at hetta var óførur lærdómur og mest sum átókt at vera í militerinum.

Haldgrím var eisini við Svínoynni, sum Jóhannes Husgaard førdi.

Tá ið Haldgrím var 22 ára gamalur, bað Jóan Pauli Gregersen hann til arbeiðsformann, og í tí starvinum var hann í 32 ár. Teir vóru tveir arbeiðsformenn, sum samstarvaðu hendinga væl øll hesi árini. Hin var Sverri Hansen, sáli. Virksemið var í Syðrugøtu, Norðragøtu og Gøtugjógv, og tað var fjøltáttað. Teir arbeiddu fisk, sum fyrstu árini varð breiddur út á helluni og seinni turkaður á nýmótans turkaríi, teir arbeiddu sild, sum varð saltað í tunnur og eisini breidd til mjøl, og gøtumenn vóru millum teir fyrstu, sum frystu flak.

Tá ið ítróttarhøllin á Kambsdali varð tikin í nýtslu í 1983, gjørdist Haldgrím umsjónarmaður, og í tí starvinum var hann, inntil hann legði frá sær fyri aldur. Í kirkjuráðnum var hann í seytjan ár.

Haldgrím hevur altíð verið sera áhugaður í ítrótti, og hann var við, tá ið GÍ varð endurstovnað í 1954. Tey fyrstu árini snúði tað seg serliga um kappróður. Skurðin við gentum vann nógv, og tað gekk eisini væl hjá 8-mannafarinum Tróndi í Gøtu. Í 1965 varð fótbóltsvøllurin í Sarpugerði tikin í nýtslu. Hann varð gjørdur á økinum, sum gøtufólk løgdu burturav til ítróttarøki, tá ið tað varð skift út í 1947.

Tey fyrstu árini vóru stetlandi hjá GÍ, Gunnari Thomsen, Haraldi Hammer, Haldgrími og øllum hinum í Gøtu. Tá ið tað verður hugt aftur á fótbóltsavrikini í Gøtu, so verður íslendingurin Gisli nevndur. Hann var venjari miðskeiðis í sjeyti árunum. Teir vunnu unglingadeildina, fóru við ferð upp ígjøgnum deildirnar, og í 1983 vórðu teir fyrstu ferð meistarar. Tað hava teir síðani eisini verið í 1986, 1993, 1994, 1995 og í 1996.

Haldgrím plagar at taka til, at hetta var púra óhugsandi, tá ið vøllurin varð tikin í nýtslu. Gamli Poul Enok spurdi eina ferð Haldgrím, um hann helt, at gøtumenn nakrantíð fóru at verða so góðir sum klaksvíkingar. Tá var hetta púra veruleikafjart!

GÍ og fótbólturin hava givið Haldgrím og konuni nógvar upplivingar og vinir heima á landi og eisini runt um í Europa í sambandi við altjóða avbjóðingarnar. At sita á Ibrox í Glasgow og síggja GÍ spæla ímóti Rangers mundi kennast sum tindurin í hesum. Fleiri av persónunum, sum gøtufólk tá hittu, samskiftir Haldgrím framvegis við.

Haldgrím er heiðraður við gullmerkinum hjá ÍSF, GÍ hevur gjørt hann til heiðurslim, og hann kendi tað sum serliga stórt herðaklapp, tá ið FIFA í sambandi við 100 ára føðingardagin handaði honum heiðurin Order of merit. Á gullkrónuni stendur skrivað: In recognition of your dedication to football.

Í 1958 giftist Haldgrím Hallgerð Vágsheyg úr Klaksvík. Tey fluttu beinanvegin í húsini, og har hava tey búð síðani. Hallgerð hevur altíð verið Haldgrími stórur stuðul, og nú sigur hann seg einki kunna uttan konuna. Tey bæði eiga fýra gentur: Maria (1959) í Syðrugøtu, Kirsten (1962) í Rituvík, Randi (1965) á Argjum og Jónvá (1969) í Guttastovu í Syðrugøtu.

Yngsta dótturin og maður hennara Atli F. Hansen hava nú festið, men tað er næstan ikki dagur, at Haldgrím og ofta eisini Hallgerð síggjast í bilinum innanfyri Gøtueið, har hagin er. Umframt seyðin so eygleiða tey náttúruna, og Haldgrím plagar at siga, at hann mest sum hvønn dag upplivir okkurt nýtt.

75 ára føðingardagurin verður hildin hjá dóttrini í Rituvík leygardagin klokkan 18.

J