Eingin ivi var um, hvat betra liðið var sunnudagin, tá runavíkingar vóru á vitjan í Gundadali. HB stýrdi dystinum at kalla frá byrjan til enda, um NSÍ tó onkra hendingar ferð lá framvið hjá Bárði Johannesen í HB-málinum.
Tað var sum ikki einaferð Uni Arge, sum sendi HB á rætta kós, tá hann skoraði eftir sera vakurt uppspæl í vinstru síðu. Jón Rói Jacobsen, sum henda dagin spældi í miðverjuni saman við Jóhannusi Joensen, fekk fatur í bóltinum í vinstru síðu á egnari hálvu. Hann dró framvið einum leikara, spældi síðani bandaspæl við Andrew av Fløtum, sum sendi bóltin oman í hornið, har Jón Rói sendi innfyri til Una Arge, ið setti innaru síðu á bóltin. Jens Martin hevði ongan møguleika at bjarga skotinum. Hetta var álopsfótbóltur eftir bókini, har leikararnir spældu fyrstu ferð. HB-leikararnir numu fýra ferðir við bóltin, og so sat hann í málinum.
Hetta var eftir smáar tjúgu minuttir, men longu undan hesum hevði HB havt góðar málmøguleikar. Andrew var einaferð leysur við Jens Martini, sum bjargaði, men bólturin datt fyri føturnar á Una, ið langaði til, men hann rakti ein verjuleikara.
NSÍ royndi at svara aftur beinanvegin. Sjúrður Jacobsen hevði ta naskastu royndina hjá NSÍ í øllum dystinum. NSÍ fekk eitt fríspark úr 30 metra fjarstøðu miðskeiðis fyri málinum. Sjúrður Jacobsen langaði til við sínum vandamikla vinstra beini, men bólturin brast í stongina og út aftur í spælið. Sera óheppið og handan royndin hevði uppiborið eitt mál.
Lítla løtu seinni kom Sonni L. Petersen at standa væl fyri í brotsteiginum. Hann fór framvið einum verjuleikara og legði innfyri. Bólturin fór framvið Bárði Johannesen, men Jón Rói Jacobsen toygdi seg og beindi bóltin út til horna.
Meira hevði NSÍ ikki at bjóða uppá í álopsspælinum.
Andrew økir
Stutt fyri hálvleik fær Andrew av Fløtum møguleikan at økja um leiðsluna, men tað kom eftir eina grova verjuvillu. Arnfinn Langgaard spælir bóltin til Djóna N. Joensen, sum er síðsti maður. Temjingin hjá Djóna miseydnaðist, og tá var Andrew kvikur á bóltinum. Andrew var leysur við Jens Martini, og tá áleyparin roynir at fara framvið garvaða málverjanum, verður hann feldur. Jens Martin fekk gult kort, men onkur vildi vera við, at tað av røttum skuldi vera reytt.
Andrew tók sær sjálvur av brotssparkinum. Hann snýtti Jens Martin við at lyfta bóltin heilt spakuliga mitt í málið. Djóni N. Joensen má avgjørt taka hetta málið á sínar herðar.
Støðan var sostatt 2-0 við steðgin, og tað tóktist ikki sum NSÍ hevði veiggið at venda dystinum. NSÍ fekk tann fyrsta møguleikan eftir steðgin, men eftir tað stýrdi HB dystinum.
Helgi L. Petersen spældi á miðvøllinum, og hann var sera ágrýtin og íðin, men einki kom burturúr hjá honum, hóast hann royndi. Pól Thorsteinsson var eisini á miðvøllinum, men hann sást ikki nógv til.
Einasti NSÍ-leikarin, sum kann vera nøgdur við sítt avrik, var Jens Martin Knudsen, hann hevði fleiri góðar bjargingar, og hann kundi lítið og einki gera við málini hjá HB.
Sigast kann um HB, at liðið stóð ógvuliga væl á vøllinum og megnaði at steðga flestu royndunum hjá NSÍ í føðingini, so tað ongantíð gjørdist veruliga vandamikið. NSÍ hevði at kalla onga roynd á HB málið eftir steðgin.
Í álopinum vóru Uni og Andrew allatíðina vandamiklir, og teir fingu góðan stuðul frá miðvøllinum.
HB sló sigurin fastan
Ikki nógvir minuttir vóru farnir, tá HB aftur kundi økja og endaliga avgera dystin. Hesuferð var tað Hans á Lag, sum ikki júst er kendur fyri at gera mál.
Hann vann bóltin langt frammi á vøllinum, og spældi banda við Andrew. Hans gjørdist leysur og legði bóltin til vinstru fyri Jens Martin í netið.
Móti endanum fekk HB enn eitt mál. Rógvi Jacobsen varð spældur leysur av Pæturi Dahl, sum var komin inn. Jens Martin bjargar í fyrstu atløgu, men Rúni Nolsøe tekur ímóti og setir bóltin róliga í netið. HB hevði fleiri møguleikar í seinna hálvleiki, sum tó vóru misnýttir. Ein ruddiligur og uppiborin sigur til HB, sum kom væl frá byrjan, men spurningurin er eftir hetta avrikið, um NSÍ yvirhøvur fer at vera við í oddinum í ár.
Dysturin í tølum:
HB ? NSÍ 4-0 (2-0)
1-0: Uni Arge
2-0: Andrew av Fløtum, br.
3-0: Hans á Lag
4-0: Rúni Nolsøe
HB: Bárður Johannesen ? Hans á Lag, Tór-Ingar Akselsen, Jóhannus Joensen, Jón Rói Jacobsen ? Hallur Danielsen, Bjarni Jørgensen, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen ? Uni Arge Andrew av Fløtum
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Brynjálvur Nielsen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Helgi L. Petersen, Kári Hansen, Pól Thorsteinsson, Jónstein Petersen ? Sonni L. Petersen, Óli Hansen