Jóannes Hansen
Tað var í Skálafirði, at alivøggan stóð fyri 35 árum síðani, og tá Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, á fundinum, sum vinnar í Eysturoy hevði fyri góðum tveimum vikum síðani, tók saman um, og lýsti týdningin, sum alingin nú hevur fyri Føroyar og ikki minst fyri Eysturoy, so var tað sjón fyri søgn, at menningin hevur verið øgilig.
Edmund Joensen, løgtingsmaður, var við á fundinum. Hann var fyrsti maður, sum Júst í Túni, sáli, bað til arbeiðis á Oyrabakka, har sjósílæini vórðu sett út. Edmund Joensen staðfesti í síni viðmerking undir orðaskiftinum, sum var eftir at ymsu vinnurnar vóru lýstar, at tølini vísa, at menningin hevur verið øgilig henda stóra mansaldurin, síðani fyrstu sílini vórðu sett í hyljarnar í Skálabotni, og fyrstu makkapirrurnar vórðu settar í hyljarnar á Oyrabakka.
Í áttati árunum var hugburðurin, at alingin meiri ella minni skuldi líkjast traðarbrúki á sjónum. Fram til 1991 vóru 55 aliloyvir givin, men framleiðslan kom ongantíð upp um tíggju túsund tons, og at raksturin ikki bar til hevði við sær, at tað fóru stórar umskipingar fram. Eindirnar gjørdust nógv færri og størri, framleiðlsan varð samantvinnað, soleiðis at smoltstøðir, alistøðir og virki í nógvum førum komu í somu feløg, og fíggingarstovnarnir kravdu, at eginfíggingini skuldi økjast upp í umleið 35 prosent.
Tøl sum tala
Í sínari lýsing av leiklutinum, sum alingin eftir lutfalsliga stuttari tíð hevur fingið í Eysturoy, legði Regin Jacobsen nógv áhugaverd tøl fram fyri teir umleiðs hálvt annað hundrað fundarluttakararnar.
At umleið hálvt fjórða hundrað fólk í Eysturoy fáa sína inntøku frá alingini kemst av, at tað í økinum eru virki í øllum liðum í framleiðsluni. Tað eru umleið 30 eindir, sum við virkjum á ymiskum økjum hava við alingina í Eysturoynni at gera, og tey eiga øll sín lut í virðisøkingini, sum hevur við sær, at søluvirðið hjá virkjunum í Eysturoy er omanfyri 900 milliónir krónur.
Samlaða útflutningsvirðið av allari alingini í Føroyum í fjør var ein knapp milliard. At søluvirðið hjá alingini í Eysturoy var upp ímóti sama talinum vil sjálvandi ikki siga, at allur útflutningurin kemur úr Eysturoy. Virkini í oynni eru í øllum liðum í alingini. Summi selja av landinum, meðan onnur selja til onnur virki í oynni og til virki aðra staðni í landinum, sum so aftur selja av landinum.
Tað eru seks smoltstøðir í oynni. Tær rinda løn til eina staðni ímillum 30 og 40 fólk, og samlaða søluvirðið av smoltstøðunum verður í ár mett at verða umleið 68 milliónir krónur.
Fimm feløg eiga sjey alistøðir, og tær rinda eisini løn til eina staðni ímillum 30 og 40 fólk. Samlaða søluvirðið av sjógvalistøðunum verður í ár 2000 mett at verða umleið 360 milliónir krónur.
Tað eru trý kryvjivirkir í oynni, og um stutta tíð verða tey fýra. Um tað verður roknað um til ársverk, so fáa upp ímóti eitt hundrað fólkum løn á kryvjivirkjunum, har arbeiðið er treytað av tøkuni og tískil er eitt sindur upp og niður. Samlaða søluvirðið á kryvjivirkjunum verður í ár mett at fara at verða umleið 42 milliónir krónur.
Umframt alifiskin, sum fer heilur av landinum, so fáast tvey virkir í Eysturoy við at virðisøkja fiskin, soleiðis at hann verður sendur av landinum í smáum portiónum. Á hesum báðum virkjunum arbeiða tilsaman eini 100?120 fólk, og samlaða søluvirðið verður í ár mett at fara at liggja um 200 milliónir krónur.
Á fóðurvirkinum hjá Havsbrún, sum hevur 48 prosent av fóðursøluni, arbeiða 25 fólk, og samlaða søluvirðið av fóðurframleiðsluni liggur um 200 milliónir krónur. Ewos hevur 40 prosent av fóðursøluni, Skretting hevur 10 prosent, og Biomar hevur tvey prosent.
Á kassavirkinum á Bakka arbeiða fimm fólk, og á teimum trimum nótavirkjunum fáast tíggju fólk við alinótir. Samlaða søluvirðið av hesum virkseminum verður í ár mett at fara at verða ímillum trettan og átjan milliónir krónur.
Ringar í vatninum
Eitt av eykennunum fyri alivinnuna er og hevur verið, at hon sammett við talið av arbeiðsplássum, framleiðsluna og útflutningin ikki er serliga innflutningskrevjandi. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað er ikki neyðugt at innflyta dýr framleiðslutól fyri at fara undir framleiðsluna og halda hana við líka.
At hetta ikki er neyðugt kemst av, at føroyingar sjálvir syrgja fyri framleiðsluni av ringum, nótum, kørum og tøknfrøðini, sum verður brúkt í sambandi við fóðring og øðrum, sum skal til fyri at stýra framleiðsluni á sjógvi og landi, og Eysturoyggin eigur, sum tað er nevnt omanfyri, ein rættuliga stóran part av hesum virkseminum.