Fram til í fjør hevði B36 ongantíð vunnið á Svangaskarði, men nú tykjast teir orduliga vera slopnir av við tað kompleksið.
Í góðveðrinum vóru nógvir havnarmenn komnir inn á Toftir, og teir fóru suður aftur í góðum hýri. Teirra lið hevði vunnið 3-2, men eina løtu hingu nervarnir uttaná klæðunum hjá B36 viðhaldsfólkunum, tí síðstu løtuna var um reppið, at teir mistu sigurin fyri borð, sum annars tóktist vera tryggjaður.
Tveir minuttir undan leikloki minkaði Øssur Jacobsen um munin. Hann hevði tíggju minuttir inn í seinna umfarið loyst Andréy Stakhánov av, og B36 verjan, sum ikki hevði tikið eftiransingarnar í serliga stórum álvara, stóð sum negld, soleiðis at Øssur Jacobsen við nærra stólpan kundi stútað innleggið frá Øssuri Hansen í kassan.
Og tað var um reppið, at B68 skoraði eina ferð afturat og harvið oyðilegði sigursrøðina hjá B36, men ta ferðina bjargaði verjuspælari á strikuni.
Upp og niður
Eyðkent fyri uppgerðina var annars, at hon var óstøðug. Viðhvørt var heimaliðið, sum hevði góðan hugburð, omaná, og viðhvørt var B36 omaná. Viðhvørt hekk spælið hampuliga væl saman, og til aðrar tíðir var lítið av samanhangi í. Viðhvørt var ferðin høg, og viðhvørt var hon sera lítil.
Hjá B36 spældi John Petersen sera væl í álopinum, og við at gera tvey mál klatraði hann nærri ovasta máltindinum, har hann av álvara hóttir lið? og landsliðsfelagan Jákup á Borg.. Edmund Jacobsen, veteranurin í B68 verjuni, hevði til uppgávu at taka sær av John Petersen, og sjálvt um landsliðsmaðurin spældi væl, og sjálvt um hann skoraði tvey mál, so var avrikið hjá nærlagda, ærukæra og ídna Edmundi Jacobsen heilt gott.
Tað var eitt sindur torført at síggja, hvussu uppgávubýtið var á B36 miðvøllinum. Rógvi Larsen var, sum hann hevur verið síðani summarfrítíðina, miðvallari rættuliga uttarlaga í vinstru, meðan Mikkjal Thomassen tóktist vera tann, sum skuldi stýra uppspælinum. Tað gjørdi hann viðhvørt, og hann gjørdi eitt sera vakurt mál, tá hann úr brotsteigarsamankomingini í vinstru smekkaði flatt framvið annars væl spælandi Allani Joensen í B68 málinum, men serliga í 1. hálvleiki datt Mikkjal Thomassen viðhvørt so mikið langt aftur á vøllin, at tú ivaðist í, um bæði hann og ein annar av ídnu miðvallarunum hjá B36, Jan Guttesen, vóru verjuspælarar frammanfyri Arnbjørn Danielsen, har Herbert í Lon vikarieraði fyri Ninoslav.
Øssur Hansen, sum serliga í 1. hálvleiki lá ógvuliga frammarlaga í vinstra borði, var klárt besti maður á heimaliðnum, har russiski álopsmaðurin var sera uppsettur í fyrra hálvleiki, men hann dovnaði og tóktist missa sjálvsálitið, eftir at hann hevði misbrúkt tveir møguleikar. Serliga tann í 1. hálvleiki, tá hann mitt fyri málinum gjørdist leysur eftir flatt innlegg frá Øssuri Hansen, var stórur, men Egin Høgnesen hálvbjargaði. Hin møguleikan fekk Andréy tíðliga í 2. hálvleiki eftir langan bólt fram ímillum frá Janusi Thomsen, men ta ferðina rakti álopsmaðurin ikki.
Mál og møguleikar
B36 hevði ein rimmar møguleika beinanvegin, tá tveir menn gjørdust einsamallir, men málverjin bjargaði, og tað var kanska líka gott fyri allar partar. Linjuverjin markeraði fyri rangstøðu, toftamenn steðgaðu á, men so varð flaggið drigið niðuraftur! Løtu seinni var Allan Joensen aftur á rætta plássinum og refleksbjargaði, tá Jens Kristian Hansen úr stuttari fjarstøðu stútaði innlegg úr vinstru og niður í vøllin.
B68 verjan svav, tá John Petersen eftir 38 minuttir setti hol á. Eftir innkast í høgru slapp lyfti Ronni Samuelsen, sum hesa ferð var vongverji, til Jákup á Borg (ikki serliga eyðsýndur hesa ferð), hann fór til baklinjuna og legði innfyri, og stutt úr málinum stýrdi John Petersen bóltinum við innaru síðuni og í kassan.
Seinna umfarið royndi B68 at leggja trýst á, og ta einu løtuna gekk nógv fyri seg á B36 hálvuni. Men tað var dovisligt, og tað var ikki fyrrenn síðsta lítla korterið, at intensiteturin var høgur. Starturin var eitt langt innlegg úr høgru frá, sum Fróði Benjaminsen varð skrásettur fyri at hava stútað í málið. Hann fekk góða hjálp frá verjuni.
Tá vóru 77 minuttir farnir, og B36 vaknaði. Fimm minuttir seinni fekk John Petersen, sum var staddur á rangstøðumarkinum, stungið fram eftir miðásinum og var nóg kaldur at fáa fulla úrtøku. Tríggjar minuttir seinni økti Mikkjal Thomassen, og so tóktist útisigurin vísur, inntil B68 minkaði um munin og fram móti endanum hótti.
Men B36 slapp við skrekkinum, og teir eru framvegis á veg út í Europa.