Nýggja samgonguskjalið lagt fram

Samhaldsfesti, sjálvbjargni og frælsi kallast skjalið, ið liggur til grund fyri stjórnarsamstarvinum næstu árini.

Undir yvirskriftini Samhaldsfesti, sjálvbjargni og frælsi avdúkaðu formenninir í Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn í dag eitt samgonguskjal, ið skal liggja til grund fyri nýggjastu stjórnina í føroyskum politikki.


Nógv fólk vóru møtt til fyrsta tíðindafundin hjá flokkunum, ið næstu árini fara at stjórna Føroyum. Fjølmiðlar, politikarar, valevnir, lobbyistar og vanlig fólk fyltu hølini, soleiðis at allir stólar vórðu tiknir og fólk stóðu fram við vindeyguni.


Longu í yvirskriftini sæst, at talan er um eitt skjal, har áhugamálini hjá trimum ymiskum flokkum skulu samansjóðast. Yvirskriftin er samansett av trimum orðum, ið í ein ávísan mun hvør sær umboðar teir tríggjar flokkarnar í samgongu.

Samhaldsfesti fyri Javnaðarflokkin, sjálvbjargni fyri Tjóðveldi og frælsi fyri Framsókn.
Tað var Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðarin, ið fyrst hevði orðið á fundinum. Hann gjørdi skjótt greitt, at fyri nýggju samgonguni, so var størsta avbjóðingin haldføri í búskapinum.


Orsøkin til tess eru tvinnar, sambært Aksel V. Johannesen. Tann fyrra orsøkin er skeiva umfordeilingin av ríkidøminum. Fyri at rætta tað, so er neyðugt at fáa pening aftur í umfar í samfelagnum, ið skal gerast við at veita skattalætta til lág- og meðallønt og styrkja barnafamiljurnar skjótast gjørligt.


Hin avbjóðingin fyri haldførinum er, sambært samráðingarleiðaranum, aldurssamansetingin. Tì fer samgongan at gera íløgur í ungdóm, útbúgving og barnafamiljur. Harvið ynskir samgongan at tryggja, at tey, ið eru her, velja Føroyar til, meðan tey, ið eru í øðrum londum, kom aftur til Føroyar.


Ikki óvæntað, so verður pensjónsnýskipan eisini nevnd í samgonguskjalinum, og formaðurin í Javnaðarflokkinum staðfesti, at man helst í hesi tingsetu ynskir at samtykkja eina nýggja pensjónsskipan í samráð við allar flokkar á ting.


Næstur at taka orðið var Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, ið nýtti høvi at fokusera upp á tey málini, ið liggja Tjóðveldi nær.


Sjálv aðalmálini í samgonguskjalinum metti formaðurin í Tjóðveldi vera, at virðini og valdið í føroyska samfelagnum mátti flytast aftur til Føroyar. Síðani valdi hann at leggja dent á trý mál í samgonguskjalinum.


Tað fyrsta málið var ríkisrættarliga støðan hjá Føroyum, har hann vísti á, at ein fólkaatkvøða skal vera um eina nýggja stjórnarskipan í seinasta lagi í 2017.


Harumframt ynskir flokkurin at yvirtaka fleiri mál, harímillum útlendingamál, loftrúmið og persóns- og arvarættindini. Seinasta átakið fyri at skipa eina meira sjálvstøðugar Føroyar er, at blokkurin verður frystur og ein búskapargrunnur verður settur á stovn, ið seinni kann brúkast til at niðurlaga ríkisveitingina.


Harnæst vísti formaðurin í Tjóðveldi á, at samgongan hevur sett sær fyri at fremja eina fiskivinnunýskipan, ið er grunda á tær aðalreglur, ið flokkurin hevur ført fram fleiri ferðir áður. Tað inniber, at hon skal vera lívfrøðiliga og búskaparlig burðardygg, at hon ikki kann privatiserast, at tað bara vera føroysk feløg, ið rinda skatt í Føroyum, ið sleppa uppí part og at fiskivinnan ikki longur skalt útlutast politiskt.


Síðsta evnið, ið Høgni Hoydal valdi at leggja dent á var mentan, list og ítróttur, har hann førdi fram, at samgongan ynskir at gera uppraðfesta føroyska mentan, list og ítrótt.


Seinasti maður at taka orðið á fundinum var Poul Michelsen, formaður í Framsókn, ið avdúkaði at flokkurin fer at umsita Vinnu- og uttanlandsmál.


Eins og Høgni Hoydal, so legði formaðurin í Framsókn út við, at viðgera fólkaatkvøðuna um stjórnarskipan fyrst.


Sambært Poul Michelsen, so er stjórnarskipanin bygt á, at flokkarnir hava eina felags uppfatan av hvat skal vera í eini stjórnarskipan og hví hon er neyðug. Útgangsstøði verður tikið í tí uppskoti, ið løgtingi var samt um fyri nøkrum árum síðani og bygdi á gamla grundlógararbeiði. Dentur varð tó lagdur á, at roynt verður at finna eina semju við aðrar flokkar áðrenn málið verður lagt út til fólkaatkvøðu.


Annars brúkti Poul Michelsen mesti av tíðini at umrøða tey mál, ið flokkurin fer at umsita næstu árini. Formaðurin gjørdi greitt, at Framsókn fór at føra ein uttanríkispolitikk har serligur dentur fór at verða lagdur á nýggjar marknaðir.


Harumframt nevndi formaðurin í Framsókn eitt av mest umstríddu málunum síðstu vikurnar, tá hann umrøddi útlendingamál. Tó at samgongan ikki hevur tikið nakra støðu til, um Føroyar skulu taka móti flóttafólkum, so gjørdi Poul Michelsen greitt, at man ynskir at yvirtaka útlendingamál, so føroyingar sjálvir kunnu orða ein flóttafólkapolitikk, og harvið avgera hvussu man kann hjálpa og hvar.


Síðsta ítøkiliga málið, ið Poul Michelsen nevndi var eitt annað umstrídd mál, KT-vinnan í Føroyum. Poul Michelsen upplýsti, at nýggja samgongan ynskir at menna føroyska KT-vinnu og, um tað er ein fyrimunur, at fáa KT-vinnuna aftur til Føroyar.