staðnum. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at ein hevði sveisað í hangarinum og ein glóð i hesum sambandi var dottin niður í eina pappeskju og hevði fest í pappeskjuna. Men tað var bara pappeskjan [...] Fyrr í dag fóru brandbilar og løgreglubilar ýlandi vestur á flogvøllin, men tíbetur var ikki tørvur á teimum. Fráboðan kom um, at eldur var í hangarinum á flogvøllinum, men tá ið avtornaði var tað so mikið [...] pappeskjan, sum tók skaða, tí tá ið fráboðanin kom um at eldur var í, fingu fólk á staðnum sjálvi sløkt eldin í pappeskjuni. Fleiri almennir og privatir bygningar hava beinleiðis samband við mynguleikarnar umvegis
til ampa fyri fólk. Í gjár var løgreglan í Tjørnuvík, har løgreglufólk fylgdu upp uppá tað óskil við leysum hundum, sum hevur verið. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at í ymiskum bygdum roynir [...] hundar, sum eru til ampa. Í Tjørnuvík hevur til dømis verið so, at fólk lata hundin ganga leysan, meðan tey fara av bygdini til arbeiðis. Av løgreglustøðini verður greitt frá, at í slíkum støðum gevur løgreglan [...] og sami trupulleiki stingur seg upp einaferð aftrat, so fær viðkomandi bót og verður álagdur at seta í verk tey tiltøk, sum hundalógin tilskilar - eitt nú at fáa hundatrygging og so framvegis.
fer LGBT Føroyar at hátíðarhalda ymiskleikan í Føroyum við árliga tiltakinum, Faroe Pride. - Ársins Pride skrúðgonga byrjar sum vanligt við Tórsvøll í Havn, fríggjadagin, 27. juli klokkan 16, har skelti [...] er føroysk "drag queen", verður ársins syngjandi vertinna. Nevndin í LGBT Føroyar sigur, at afterparty verður sum vanligt í Sirkus í Vágsbotni seinni um kvøldið. [...] skelti, fløgg og annað litfagurt tilfar verður býtt út til luttakararnar. Nevndin í LGBT Føroyar vísir á, at skrúðgongan síðan fer oman eftir Hoydalsvegnum, gjøgnum miðbýin og inn á Vaglið, sum verður stongt
hava so skerda manning. Glenn Ståhl sigur seg ivast í um hann fær møtt B36 í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið á útivølli í Gundadali í Havn við 11 monnum. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr [...] Suðringar vóru leingi á sigurskós, og vóru á odda 2-0 ímóti EB/Streymi í Hólmanum á Eiði í dag. Seinastu løtuna eydnaðist tað tó heimaliðnum at bjarga sær eitt stig við einum 2-2 javnleiki. Høvuðsvenjarin [...] hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Glenn Ståhl fyrr í kvøld. Samrøðan Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham hoyrist HER
Tey, sum ferðast í Vágsbotni í Havn hava ivaleyst varnast, at Undir Bryggjubakka verður dúgliga arbeitt og at seinastu tíðina er ein terassa komin upp. Tað, sum hendir har er, at Gist&Vist ger seg til [...] Jensen, stjóri í Gist&Vist. Hetta verður sostatt 12. skonkiloyvi, sum Gist&Vist umsitur. Johannes Jensen dugir ikki at siga júst hvønn dag nýggja matstovan letur upp, men tað verður í øllum førum í fyrru helvt [...] helvt av desember. THE TARV fer at hava opið frá 18 – 00 mitt í viku, og frá 18 – 01 um vikuskiftið. Um summarið fer matstovan at hava opið frá 12 – 00, og um vikuskiftið frá 12 – 01.
Í morgin - hósdagin 18. januar klokkan 13 - letur nýggjur handil upp í handilsgøtuni í miðbýnum í Havn. Handilin húsast í Sverrisgøtu 20, har Faroe Travel áður helt til. Tað eru Ásvør Færø og Hallgerð [...] hevur hugnaliga pinkustovu, har foreldur eru vælkomin at geva og skifta børnunum í fjálgum og hugnaligum umhvørvi. - Í samband við, at handilin letur upp, verður móttøka klokkan 13, og øll eru hjartaliga
Býráðslimirnir í Tórshavnar kommunu fáa nú 300 krónur í bót hvønn dag frá Innlendismálaráðnum. Tað veit Kringvarpið í dag. Tað eru allir býráðslimir í Havn, sum eru merktir av dagbótini, tí allir 13 b [...] fáa 300 krónur í bót um dagin. Orsøkin er, at kommunan ikki vil geva Mentamálaráðnum skjøl í tveimum uppsagnarmálum á dagstovnaøkinum. Men hetta vil Tórshavnar Kommuna ikki finna seg í, og tí hevur kommunan [...] Mentamálaráðnum, sambært Kringvarpinum. Mentamálaráðið verður í stevngini biðið um at viðurkenna, at Tórshavnar kommuna ikki er undirlagt Mentamálaráðnum í starvsfólkamálum sambært dagstovnalógini. Kommunan og
høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Trygva Mortensen, sum aftur í dag upplivdi eitt 0-4 tap á útivølli. Í dag var tað ímóti B36 á ovara vølli í Gundadali í Havn. Trygvi Mortensen ásannar, at tað er alt annað enn nøktandi [...] ímóti B36 og NSÍ. Um dystin ímóti B36 í dag staðfestir Trygvi, at teir høvdu torført við at koma fram á vøllin. Men nú er ein nýggjur og góður heimavøllur tøkur í Sørvági, og tað økir avgjørt um treystið
vindur. Vakthavandi á politistøðini í Havn, John Martin Olsen, ásannaði í Rás2 klokkan 17, at seinnapartin hava ikki so nógvar fráboðanir verið, sum fyrr í dag og í morgun. Trýst á pílin undir myndini [...] Í kolandi storminum, sum hevur verið í dag, hevur verið brúk fyri bæði politinum, bjargingarfeløgum og sløkkiliðsfólkum, tí skaðafráboðanir eru komnar stórt sæð úr øllum heraðshornum í landinum. Tað byrjaði [...] byrjaði tíðliga í morgun, tí klokkan hálvgum sjey komu fráboðanir úr Suðuroynni og í Norðoyggjum. Tað vardi ein góðan tíma, men so varð friður til klokkan trý korter til tíggju, tá hann brast á aftur, men
frá teimum fimm málunum, sum komu í dystinum millum HB og EB/Streym á ovara vølli í Gundadali í Havn. Ein dystur EB/Streymur vann 3-2 aftaná HB hevði verið á odda 2-0 í steðginum. 2) Hoyr samrøðuna Rás2 [...] brotsspørk. Nú er málið hjá EB/Streymi at gerast nummar seks í deildini. Suðringar, Skála og EB/Streymur hava øll 29 stig nú bert tvey umfør eru eftir í landskappingini. [...] er sera fegin um, at arbeiðssetningurin er greiddur, og EB/Streymur nú hevur bjargað sær plássinum í effodeildini. Hann heldur, at hansara menn vístu ótrúliga góðan moral við at vinna 3-2 aftaná at hava