Fyrr í dag fóru brandbilar og løgreglubilar ýlandi vestur á flogvøllin, men tíbetur var ikki tørvur á teimum. Fráboðan kom um, at eldur var í hangarinum á flogvøllinum, men tá ið avtornaði var tað so mikið lítið upp á seg, at eldurin bleiv sløktur av fólki á staðnum.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at ein hevði sveisað í hangarinum og ein glóð i hesum sambandi var dottin niður í eina pappeskju og hevði fest í pappeskjuna. Men tað var bara pappeskjan, sum tók skaða, tí tá ið fráboðanin kom um at eldur var í, fingu fólk á staðnum sjálvi sløkt eldin í pappeskjuni.
Fleiri almennir og privatir bygningar hava beinleiðis samband við mynguleikarnar umvegis eina ávaringarskipan. Hetta hevur til endamáls at tryggja, at um eldur kemur í, so fer ein fráboðan beinleiðis til brandstøðir, so at hesi kunnu koma á staðið sum skjótast.