Rás2: Hoyr málini í Gundadali og Heðin Askham

(Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá EB/Streymur vann 3-2 á HB, og hoyr hvat høvuðsvenjarin hevði at siga um dystin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Tróndur Arge segði frá teimum fimm málunum, sum komu í dystinum millum HB og EB/Streym á ovara vølli í Gundadali í Havn. Ein dystur EB/Streymur vann 3-2 aftaná HB hevði verið á odda 2-0 í steðginum.

 

2) Hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Heðin Askham, høvuðsvenjara hjá EB/Streymi.

 

Heðin Askham er sera fegin um, at arbeiðssetningurin er greiddur, og EB/Streymur nú hevur bjargað sær plássinum í effodeildini.

 

Hann heldur, at hansara menn vístu ótrúliga góðan moral við at vinna 3-2 aftaná at hava verið aftanfyri 0-2, og hava brent tvey brotsspørk.

 

Nú er málið hjá EB/Streymi at gerast nummar seks í deildini. Suðringar, Skála og EB/Streymur hava øll 29 stig nú bert tvey umfør eru eftir í landskappingini.