Stanley Samuelsen kemur við nýggjari útgávu og við nýggjari bók. Tí eru útgávukonsertir kring landið frá 17-19. oktobur 2025. Suðuroyingar(red) eru hepnir, tí tann eina konsertin verður í SALT sunnudagin 19. okt. kl. 15.00.
Í longri tíð, hevur Stanley arbeitt við eini nýggjari útgávu, har hann, saman við sera dugnaligum fólki, hevur skapt nýggj løg og hevur eisini endurskapt nøkur eldri løg. Flestu av teimum 12 løgunum á útgávuni eru á føroyskum, tó er okkurt danskt við eisini. Stanley eigur flestu løgini sjálvur og orðini eiga m.a. Stanley, Martin Joensen (eigur eisini okkurt lag), Hans J. Kollslíð, William Heinesen, Hans A. Djurhuus og Janus Djurhuus. Útgávan kemur út sum LP og fløga í sama húsa, eisini verður møguleiki fyri, at taka tónleikin niður á netinum.
Útgávan eitur “Sólskin”, eftir orðunum, Solskin, hjá William Heinesen, og lýsir hetta rættiliga væl hesa útgávu. Sjálvt um Stanley er komin upp í árini og hvønn dag berjist við Alzheimers, so sær hann ljóst uppá lívið og hetta endurspeglar eisini útgávuna, frá einum enda í annan.
Eisini kemur ein spildurnýggj bók út um Stanley, sum verður løgd fram til konsertirnar og kann keypast á staðnum. Hilmar Jan Hansen hevur skrivað nýggju bókina og verður eisini til staðar.
Útgávukonsertirnar eru tríggjar í tali:
Norðurlandahúsið, fríggjakvøldið tann 17. oktobur kl. 20.00
Mentanarhúsið í Fuglafirði, leygarkvøldið tann 18. oktobur kl. 20.00
SALT, sunnudagin tann 19. oktobur kl. 15.00
Tónleikarar til konsertirnar:
Stanley Samuelsen, sang og gittar
Kim Hansen, keys og sang
Jóhannus á Rógvu Joensen, bass
Jósva Debes, trummur
Tóri Restorff Jacobsen, sello
Angelika Hansen, violin
Jón Festirstein, violin
Ábyrgd av ljóð: Jónas Bloch Danielsen
Ábyrgd av ljós: Súni Joensen