VIDEO: Adrian skoraði fyri Hillerød við einari frísparksperlu

(Video) Síggj Adrian R. Justinussen skjóta níggjunda málið hjá sær hetta kappingarárið

Adrian R. Justinussen var aftur við frá dystarbyrjan, tá Hillerød á heimavølli tók ímóti Hvidovre í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Og tað loysti seg.

 

Tá bert seks minuttir vóru leiktir sendi Adrian sera hegnisliga eitt hart og væl plasserað fríspark í netmeskarnar hjá Hvidovre. Talan er um níggjunda málið hjá Adrian í 13 dystum hetta kappingarárið. 

 

HER  sæst frá Viasat Sport vakra frísparksmálið hjá Adrian. 

 

Fyrri hálvleikur var ikki nógv meir enn hálv leiktur, tá Hvidovre javnaði til 1-1. Løtu seinni brendi Hvidovre eitt brotsspark. Men tað endaði við javnleiki 1-1. 

 

Hillerød er fremst í deildini við 24 stigum. Liðið sum Dan Brimsvík er venjari hjá, Lyngby og komandi liðið hjá Adrian, AC Horsens hava 22 stig hvør. 

 

Í morgin klokkan 14 tekur Lyngby, ið hevur Dan Brimsvík sum venjara móti Martini Agnarssyni og liðfeløgunum í Aarhus Fremad.