Soleiðis var boðskapurin frá heimsmatvøruætlanini hjá ST, WFP, fríggjakvøldið, sambært Ritzau.
Samstundis legði WFP dent á, at tørvur er á, at øll landamørk til økið verða latin upp, so neyðhjálp kann koma inn.
- Vit eru framvegis undir tí upphædd, sum okkum tørvar, men vit eru á veg, segði Abeer Etefa, talskvinna fyri WFP, á tíðindafundi í Geneve.
ST býtir í løtuni mat út á fimm støðum í Gaza, harav tey flestu liggja í sunnara parti av Gazageiranum. WFP hevur eina ambitión um, at talið av støðum skal vaksa til 145.
##med2##