Kring alt landið eru mangan trupulleikar við, at hundar og onnur djór ganga leys og eru til ampa fyri fólk. Í gjár var løgreglan í Tjørnuvík, har løgreglufólk fylgdu upp uppá tað óskil við leysum hundum, sum hevur verið.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at í ymiskum bygdum roynir løgreglan mangan at rætta upp upp á hugburðin, tá ið umræður hundar, tí fleiri bygdir hava leysgangandi hundar, sum eru til ampa. Í Tjørnuvík hevur til dømis verið so, at fólk lata hundin ganga leysan, meðan tey fara av bygdini til arbeiðis.
Av løgreglustøðini verður greitt frá, at í slíkum støðum gevur løgreglan fólki eina ávaring og roynir at fáa tey at broyta atferð. Um tað ikki eydnast, og sami trupulleiki stingur seg upp einaferð aftrat, so fær viðkomandi bót og verður álagdur at seta í verk tey tiltøk, sum hundalógin tilskilar - eitt nú at fáa hundatrygging og so framvegis.