Trygvi: Nú má tettast í verjuni

(Frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, Trygvi Mortensen er vónsvikin um annað 0-4 tapið á rað

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Trygva Mortensen, sum aftur í dag upplivdi eitt 0-4 tap á útivølli. Í dag var tað ímóti B36 á ovara vølli í Gundadali í Havn. 

 

Trygvi Mortensen ásannar, at tað er alt annað enn nøktandi, at málini rapað inn á hendan hátt, og nú má arbeiðast við at tetta verjuna áðrenn farið verður til Klaksvíkar um átta dagar at spæla ímóti oddaliðnum, KÍ.

 

Seinastu avrikini gera eisini, at Trygvi Mortensen er ikki heilt nøgdur við fyrsta triðing, tí gongdin var góð áðrenn hesi bæði 0-4 tapini ímóti B36 og NSÍ. Um dystin ímóti B36 í dag staðfestir Trygvi, at teir høvdu torført við at koma fram á vøllin. 

 

Men nú er ein nýggjur og góður heimavøllur tøkur í Sørvági, og tað økir avgjørt um treystið hjá 07 Vestur leikarunum.