Tey, sum ferðast í Vágsbotni í Havn hava ivaleyst varnast, at Undir Bryggjubakka verður dúgliga arbeitt og at seinastu tíðina er ein terassa komin upp.
Tað, sum hendir har er, at Gist&Vist ger seg til reiðar at lata upp enn eina matstovu. Hendan matstovan eitur THE TARV, og verður eitt grillhús.
- Tað sermerkta er, at alt verður grillað. Á matskránni verður kjøt, fiskur og skeljafiskur, sigur Johannes Jensen, stjóri í Gist&Vist.
Hetta verður sostatt 12. skonkiloyvi, sum Gist&Vist umsitur. Johannes Jensen dugir ikki at siga júst hvønn dag nýggja matstovan letur upp, men tað verður í øllum førum í fyrru helvt av desember.
THE TARV fer at hava opið frá 18 – 00 mitt í viku, og frá 18 – 01 um vikuskiftið. Um summarið fer matstovan at hava opið frá 12 – 00, og um vikuskiftið frá 12 – 01.