Fyri 9. ferð fer LGBT Føroyar at hátíðarhalda ymiskleikan í Føroyum við árliga tiltakinum, Faroe Pride.
- Ársins Pride skrúðgonga byrjar sum vanligt við Tórsvøll í Havn, fríggjadagin, 27. juli klokkan 16, har skelti, fløgg og annað litfagurt tilfar verður býtt út til luttakararnar.
Nevndin í LGBT Føroyar vísir á, at skrúðgongan síðan fer oman eftir Hoydalsvegnum, gjøgnum miðbýin og inn á Vaglið, sum verður stongt av til tiltakið. Sum vanligt fer mannamúgvan at hoyrast og síggjast aftur og á sín egna hátt seta lív og ælabogalitir á Havnina lítla ólavsøkuaftan.
- Á Vaglinum verður skipað fyri stórari ókeypis konsert, har Kim Hansen, Jóhanna Niclasen og Jens Marni Hansen fara at framføra. Kinna Poulsen fer at seta ársins Pride og Boogie O'Kayla, ið er føroysk "drag queen", verður ársins syngjandi vertinna.
Nevndin í LGBT Føroyar sigur, at afterparty verður sum vanligt í Sirkus í Vágsbotni seinni um kvøldið.