Alvaró letur upp í Havn

Í morgin - hósdagin 18. januar klokkan 13 - letur nýggjur handil upp í handilsgøtuni í miðbýnum í Havn.

Í morgin - hósdagin 18. januar klokkan 13 - letur nýggjur handil upp í handilsgøtuni í miðbýnum í Havn. Handilin húsast í Sverrisgøtu 20, har Faroe Travel áður helt til.

 

Tað eru Ásvør Færø og Hallgerð Færø, sum eiga og reka handilin, ið eisini er ein nethandil. Nýggi handilin hevur fingið navnið Alvaró og bjóðar eitt breitt úrval av útgerð til børn og barnafamiljur.

 

- Vit fara eitt nú at selja beriselar, bilstólar, leikur, bróstapumpur, innbúgv til barnakamarið, geviundirklæðir, vónarklæðir, barnasengur við tilhoyri, borðbúna til børn, baðikør, baðileikur, barnamøblar, bítiringar, puslipútir og ymiskt annað.

 

Ásvør Færø og Hallgerð Færø vísa á, at Alvaró hevur hugnaliga pinkustovu, har foreldur eru vælkomin at geva og skifta børnunum í fjálgum og hugnaligum umhvørvi.

 

- Í samband við, at handilin letur upp, verður móttøka klokkan 13, og øll eru hjartaliga vælkomin at síggja nýggja handilin, siga tær báðar.