50 stormskaðar fráboðaðir í dag

Í kolandi storminum, sum hevur verið í dag, hevur verið brúk fyri bæði politinum, bjargingarfeløgum og sløkkiliðsfólkum, tí skaðafráboðanir eru komnar stórt sæð úr øllum heraðshornum í landinum.

Tað byrjaði tíðliga í morgun, tí klokkan hálvgum sjey komu fráboðanir úr Suðuroynni og í Norðoyggjum.

Tað vardi ein góðan tíma, men so varð friður til klokkan trý korter til tíggju, tá hann brast á aftur, men tá vóru eisini nógvir skaðar í miðstaðarøkinum og í Vágum.

Upp á tríggjar tímar fekk politiið einar 40 fráboðanir, men so hæsaði av aftur - ið hvussu so er fyribils - men enn er framvegis rættiliga nógvur vindur.

Vakthavandi á politistøðini í Havn, John Martin Olsen, ásannaði í Rás2 klokkan 17, at seinnapartin hava ikki so nógvar fráboðanir verið, sum fyrr í dag og í morgun.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við John Martin Olsen.