álvara. Teir siga seg ikki rokna við, at B68 fer at snáva móti GÍ, sum longu er niðurflutt, og sum er manningarliga so illa spert, at onkrir dreingjaliðsspælarar fara at hjálpa til á Svangaskarði í dag. Sambært [...] við sær. Í Leirvík fara teir næstbestu í HB at spæla. Báðir partar hava tryggjað sær rættin at halda fram í deildini. Og so er tað spurningurin um, hvør fer at verða toppskjútti. Súni Fríði Barbá í AB gjørdi [...] heimadystinum, sum verður móti GÍ. Tað ræður um at finna hugburðin fram aftur, sum varð vístur í Sandavági fyri viku síðani, siga toftamenn, og so verður undirstrikað, at dysturin móti GÍ ikki er vunnin frammanundan
vit samstundis frættu, at Skála hevði skorað, tí tá var kravið til okkum ein sigur. Men tað hóskaði tykkum kanska væl, at Skála vann sín dyst kortini. - Nú skal B36 so eisini út at vinna dystin næsta vikuskifti [...] Fótbóltsprát Í HB rigga tey seg nú til at spæla FM-finalu móti grannunum úr B36. Fyritreytin fyri hesum var, at dysturin móti KÍ skuldi vinnast. Tað var sum tað einasta, sum hevði týdning hendan dagin [...] skuldu sum so ikki hugsa stórvegis um at spara fólk til næstu uppgávuna, so teir herjaðu á. Og sjálvandi mugu vit svara aftur, so talan verður um ein sera truplan dyst at døma Men hóast talan var um trupla
revsing TB skuldi hava, aftur fyri at trygdarreglurnar kring dystin ikki vórðu fylgdar. Tríggjar dagar til Jón Fyri at taka tað fyrsta fyrst, so gjørdi nevndin av, at Jón Johannesen fær leikbann í tríggjar [...] um tveir eyka dagar. Fyrst fyri at tveita bóltin eftir B36-beinkinum, og síðani fyri at taka í Berg Midjord. Fyrsta sjónbanda-leikbannið Orsøkin til alt rokið var tó, at Magni Mohr, sum er kropsligur venjari [...] tríggjar dagar fyri hendingina. At talan verður um tríggjar dagar, kemur neyvan heilt óvæntað á. Praksis hevur í ár verið, at verður reytt kort givið fyri hendingar, sum ikki henda í opnum spæli, so gevur
sigast, at dyrnar av álvara eru lætnar upp, helt hann. Tað hevur annars verið vanligt, at feløg í oljuvinnuni lata seg skráseta í antin London ella Toronto, men Vilhelm Petersen heldur sjálvur, at Ísland [...] mikumorgunin. Eftir at tosað hevur verið um og arbeitt hevur verið við einum føroyskum virðisbrævamarknaði seinastu árini, gjørdist marknaðurin nevnliga veruleiki mikumorgunin. Fyrsta felagið at skráseta seg [...] upp kl. 11.00. Varisliga metingin undan skrásetingini segði, at kursurin skuldi verða 314 krónur fyri hvørt partabrævið, men tað var skjótt, at tølini øktust. Longu sjey minuttir seinni stóð 362 út fyri
strandakvinnum hevði úr at gera við at heinta bóltin úr meskunum. Hinvegin kann tað tó staðfestast, at verjuspælið hjá Stjørnuni ikki var nøktandi, tí tað er ov nógv hjá oddaliðnum, at eitt av aftaru liðunum [...] Sunset-kappingini, vitjaði. Hugsaðu um finaluna Tað var nógv, sum bendi á, at tankarnir hjá Stjørnu-leikarunum longu vóru farnir at snúgva seg um steypafinaluna komandi leygardag. Undir øllum umstøðum tóktust [...] verjupartinum, at lítið skil var á hjá heimaliðnum. StÍF fekk óvanliga gott pláss frá verjuni hjá klaksvíkskvinnum, og hetta gjørdi serliga Rebekka Justinussen sær dælt av. Hetta førdi við sær, at Stjørnan ongantíð
plássi í deildini. Um tað so verður her, at Andrew fer at spæla alt árið, er ein onnur søga. Beint um evstamark á hesi útgávuni ljóðaði slatur um, at HB roynir at fáa leikaran heimaftur, men um tað verður [...] næstbestu donsku deildini. Venjari í felagnum er væl lýddi Ebbe Skovdahl, og einki er at fara skeivur í, at hesin heldur nógv av føroyska verjuleikaranum. - Jón Rói hevur kanska verið besti leikarin hjá okkum [...] felagnum. Evnaríki málverjin er nú á triðja ári í Frem, og tó at hann enn ikki er komin á besta liði í veruligum dysti, so tykist tann løtan alsamt at nærkast. Byrial á odda Oddaliðið í donsku fyrstu deild í
vóru vit um at missa teg, men tú misti ikki mótið og kempaði teg upp aftur á føtur. Men sum tíðin leið merkti eg, at tú gjørdist veikari og veikari. Hóast hetta misti tú ikki vónina og vónaði, at hjálpin kom [...] tykkum. Tómt er at sita einsamallur eftir her í Leirvík. Tað tykist sum um lívið er steðgað upp. Men ein má royna at halda fram, hóast tað tykist torført. Vit sita øll her og skilja ikki, at tú ikki llongur [...] Ja, góða Maud, nú fór tú so brádliga. Eg visti, at tú var sjúk, men hóast hetta kom tað óvart á meg. Vit høvdu gjørt alt til reiðar at fara niðuraftur til Danmarkar. Men soleiðis skuldi tað ikki vera.
verða at fáa í handlunum í Sørvági. Tey, sum ikki dagliga koma í handlarnar, eitt nú útisetarnir, sum tey siga í Sørvági, kunnu tryggja sær atgongumerki við at ringja til tlf. nr. 507419. Av tí, at tey vænta [...] í dansistovuna, har tann í Føroyum heimskendi sørvágsbólkurin Tinganest fer at spæla til dans. Sørvingar hava ikki so lítið at hátíðarhalda júst í hesum døgum. Fyri suttum vann flogbóltsmansliðið hjá SÍ [...] Sørvági, sum hava skrivað og lagt bókina til rættis. Bókin verður at fá ein av fyrstu døgunum og kann bíleggjast á bíleggingarlepa, sum verður at síggja í bløðunum. Kostnaður fyri SÍ bókina verður kr. 250,-
á, at fyri nøkrum árum síðan varð spurningurin um hoyrilíkindini hjá eitt nú útróðrarmonnum umrøddur á tingi, men enn er eingin loysn fingin á hesum spurningi. Hon heldur, at tíðin er komin til at taka [...] umráðandi, at hesi viðurskifti verða fingin upp á pláss beinanvegin. Tí vóni eg, at landsstýrismaðurin tekur hendan spurningin upp í tí álvara, sum hann hevur uppborið og vil taka ítøkilig stig til at loysa [...] nnum og sjófólki annars tann tryggleika, at boð altíð skulu kunna fáast - bæði til og av skipum og bátum - ikki er til steðar á ávísum leiðum. Hon vísir á, at Vestmannasund er ein av hesum leiðum, eins
hevur rindað tað. - Vit eru fegnir um, at SEV og Føroya Tele eisini vilja gera íløgur til at betra um trivnaðin úti í Hesti, segði Heðin Mortensen. Hestfólk tyktust at vera sera væl nøgd við arbeiðið, og [...] vøkur oyggj, og hon var avbera vøkur í góðveðrinum í gjár. Tá ið vit løgdu at við gamla bátahyl, vóru nøkur fólk komin oman at taka ímóti okkum. Á keiøkinum stóðu nógvar stórar maskinur og akfør. Teir, [...] Tað var týdningarmikið at hava kloakkirnar samlaðar sentralt í bygdini. Reinsiverkið liggur undir jørðini. Tá ið alt arbeiði er gjørt undir jørðini, kann tað verða torført at síggja, hvussu stórt arbeiði