Fótbóltsprát
Í HB rigga tey seg nú til at spæla FM-finalu móti grannunum úr B36. Fyritreytin fyri hesum var, at dysturin móti KÍ skuldi vinnast. Tað var sum tað einasta, sum hevði týdning hendan dagin, staðfesti HB-veteranurin, Hallur Danielsen.
- Nú er alt sjálvandi púrasta opið undan seinasta dystinum.
Og tað var kanska eisini ein harður dystur?
- Tað varð tað, men tað kundi eisini roknast við. KÍ'arnir skuldu sum so ikki hugsa stórvegis um at spara fólk til næstu uppgávuna, so teir herjaðu á. Og sjálvandi mugu vit svara aftur, so talan verður um ein sera truplan dyst at døma
Men hóast talan var um trupla uppgávu, so helt Hallur, at teir fyri tað nógva høvdu eitt heilt gott tak á.
- Fram til teir skora, haldi eg okkum hava gott tamarhald á, men tá gjørdist talan um dekan ov nógvar nervar hjá okkum. Teir skaptu kanska ikki tað stóra, men teir høvdu fleiri deyðbóltsstøður, sum kundu verði vandamiklar. Ikki minst tá vit samstundis frættu, at Skála hevði skorað, tí tá var kravið til okkum ein sigur.
Men tað hóskaði tykkum kanska væl, at Skála vann sín dyst kortini.
- Nú skal B36 so eisini út at vinna dystin næsta vikuskifti. Tað vildi heilt greitt verið ein enn truplari uppgáva, um teir kundu staðið seg við javnleiki, so í so máta er uppgerðin kanska meira opin.
Men tá tosið fór at snúgva seg um FM-finaluna, tóktist Hallur ikki vilja gera nakrar sum helst staðfestingar her og nú.
- Nú mugu vit fyrst síggja, hvussu vit eru fyri til dystin. Ivamál tykist vera um fleiri spælarar. Uni og Jákup fara báðir út við skaða í dag. Jóhannis er framvegis skaddur, og vit vita ikki, hvussu Janus og Tór-Ingar eru fyri. Og knæið hjá Hans hevur ofta argað, so har eru nógv ivamál.
Men tit klára kanska at svinga tykkum upp til ein seinasta dyst?
- Jú sjálvandi verða vit ellivu á vøllinum, men nú koyrir tað alvorliga upp á tað allar seinasta. Sjálvur rokni eg tó við, at vit allir sum ein klára at taka okkum saman til seinasta dystin. Ikki minst, nú hann verður av hesum slagnum.









