Stórarbeiði í Hesti

Í gjár fór Heðin Mortensen við einum ferðalagið út í Hest. Vitjanin varð gjørd í samband við, at har er asfalterað, gjørd nýggj kloakkskipan, gøtuljós og annað. Arbeiði hevur kostað Tórshavnar Kommunu 4,5 milliónir krónur

Ferðalagið við Heðini Mortensen, Marin Katrinu Frídal og fjølmiðlunum varð avheintað á gomlurætt av einum skjóttgangandi báti. Veðrið var av tí allar besta. Hestoyggin er ein sera vøkur oyggj, og hon var avbera vøkur í góðveðrinum í gjár.
Tá ið vit løgdu at við gamla bátahyl, vóru nøkur fólk komin oman at taka ímóti okkum. Á keiøkinum stóðu nógvar stórar maskinur og akfør.
Teir, sum høvdu staðið fyri arbeiðinum, greiddu okkum frá, hvat er gjørt. Á keiøkinum er ein nýggj kloakkskipan gjørd. Allar kloakkirnar í bygdini eru samlaðar og renna oman til eitt reinsiverk á keiini. Tað var týdningarmikið at hava kloakkirnar samlaðar sentralt í bygdini.
Reinsiverkið liggur undir jørðini. Tá ið alt arbeiði er gjørt undir jørðini, kann tað verða torført at síggja, hvussu stórt arbeiði hevur ligið í tí. Men bæði borgarstjórin og fyristøðumenninir vístu á, at tað var eitt sera umfatandi arbeiði við kloakkskipanini.
Vegirnir asfalteraðir
Sjáldan hava so nógvar stórar maskinur verið á Hesti. Arbeiðsmenninir hava asfalterað vegirnar úti í Hesti. Asfalteringin var ikki heilt liðug í gjár, tá ið Sosialurin var á staðnum, men tað lýður væl. Asfaltið var ein ikki heilt storknað, og tað klistraði undir skónum, tá ið vit gingu á asfaltinum.
Tað er sera gott fyri hestmenn at fáa ordiligar vegir. Tá ið hoyggingin byrjar, verður nógv lættari at koyra við traktorunum.
Gøtuljósini eru skift út, og fleiri nýggj eru komin upp. Eisini er ein nýggjur vatnbrunnur gjørdur oman fyri bygdina, og ætlanin er at gera eitt vatnreinsiverk einaferð í framtíðini. Arbeiðið tilsamans hevur kostað 4,5 milliónir krónur. Hendan upphæddin hevði verið ógjørlig hjá hestmonnum at rinda, um teir ikki komu uppí Tórshavnar Kommunu.
Eitt lítið SEV-hús er komið upp og telefonleidningar eru lagdir, men tað er ikki kommunan sum hevur rindað tað.
- Vit eru fegnir um, at SEV og Føroya Tele eisini vilja gera íløgur til at betra um trivnaðin úti í Hesti, segði Heðin Mortensen.
Hestfólk tyktust at vera sera væl nøgd við arbeiðið, og Heðin Mortensen, Marin Katrina Frídal, arbeiðsfólkini og fjølmiðlarnir vóru vinarliga heilsaðið allastaðni. Sum heild var huglagið sera gott úti á Hesti í gjár.