36 mió kr. í sjey minuttir

Tað var ognarvøksturin hjá partabrævaeigarunum, tá Atlantic Petroleum sum fyrsta føroyska felag varð skrásett á Virðisbrævamarknaði Føroya

Virðisbrøv

Tað var rættur hátíðardámur í nýggju hølunum hjá Gourmet við Skálatrøð mikumorgunin.
Eftir at tosað hevur verið um og arbeitt hevur verið við einum føroyskum virðisbrævamarknaði seinastu árini, gjørdist marknaðurin nevnliga veruleiki mikumorgunin.
Fyrsta felagið at skráseta seg var Atlantic Petroleum, og smílini á nøkrum av hjástøddu eigarunum vuksu við fullari ferð, tá marknaðurin læt upp kl. 11.00. Varisliga metingin undan skrásetingini segði, at kursurin skuldi verða 314 krónur fyri hvørt partabrævið, men tað var skjótt, at tølini øktust. Longu sjey minuttir seinni stóð 362 út fyri seinasta handilin, og tað er vorðið sum forrentningur. Umroknað vit hetta upp á tey 750.000 partabrøvini, svarar tað til eina virðisøking á 36 mió kr. í sjey minuttir!

Upplagt við Íslandi
Men eisini tey, sum vara av marknaðinum og nýggju skrásetingini tóktust vera væl nøgd.
Sigurd Poulsen, stjóri hjá VMF setti hátíðarhaldi, sum hann kallaði ein stóran dag fyri føroyskar íleggjarar. Ikki minst takkaði hann Atlantic Petroleum fyri teirra slóðbrótandi leiklut, nú teir sum fyrsta felag eru skrásettir.
- Hetta gevur okkum marknað, sum kanska er íslendskur og føroyskur tekniskt, men íleggjararnir eru úr altjóða umhvørvinum, helt stjórin.
Og Vilhelm Petersen, stjóri hjá Atlantic Petrolefegnaðist eisini um stigið, sum nú var tikið. Hóast felagið í hesum umfarinum ikki framdi nakra nýtekning, so økir skrásetingin um møguleikarnar at heinta kapital, tá tørvur er á hesum. Ein tørvur, sum kanska ikki er so lættur at nøkta í Føroyum í allar ævir.
- Vit hava síðani stovnanina framt tríggjar nýtekningar. Tær hava fyri tað mesta gingið fyri seg í Føroyum, men við skrásetingini kann sigast, at dyrnar av álvara eru lætnar upp, helt hann.
Tað hevur annars verið vanligt, at feløg í oljuvinnuni lata seg skráseta í antin London ella Toronto, men Vilhelm Petersen heldur sjálvur, at Ísland var hampuliga upplagt hjá teimum.
- Tað eru tað jú nógvir av eigarunum hjá okkum, sum hava áhuga í, at ein føroyskur partabrævamarknaður fæst at virka. Og tí var hetta stigið rættiliga upplagt.
Var hetta kanska eitt slag av eini skyldu hjá tykkum?
- Nei. Tað haldi eg ikki. Men vit eru sjálavndi fegnir um, at vit sum tað fyrsta felagið eru skrásettir. Og tað vóna vit kann verða gagnligt fyri bæði felagið og íleggjararnar, helt hann.