Next stop: Superligan

Johan Byrial Hansen, Jón Rói Jacobsen og Gunnar Nielsen tykjast hava beina kós móti donsku superliguni

Útisetar

Eftir at ein álvarsligur skaði forðaði Jón Róa Jacobsen í fyrstu roynd hansara á yrkisleiðini, gjørdi hann í fjør enn eina roynd. Hetta tá hann gjørdi sáttmála við Frem, sum spælir í næstbestu donsku deildini.
Venjari í felagnum er væl lýddi Ebbe Skovdahl, og einki er at fara skeivur í, at hesin heldur nógv av føroyska verjuleikaranum.
- Jón Rói hevur kanska verið besti leikarin hjá okkum í ár, hevur venjarin millum annað sagt, og tá talan er um Ebbe Skovdahl, so leggja donsku miðlarnir til merkis, hvat sagt verður.
Og fyrra helming av kappingini hevur nøgdsemið um avrikið hjá Skovdahl og hansara monnum eisini verið heilt gott. Tá farið varð í holt við várhálvuna, var Frem á øðrum plássi í donsku fyrstu deild, og heldur hetta plássið sær, verður uppflyting til superliguna veruleiki.
Umframt Jón Róa telur felagið eisini ein annan føroyskan leikara. Tað er Gunnar Nielsen, sum er eykamálverji hjá felagnum. Evnaríki málverjin er nú á triðja ári í Frem, og tó at hann enn ikki er komin á besta liði í veruligum dysti, so tykist tann løtan alsamt at nærkast.
Byrial á odda
Oddaliðið í donsku fyrstu deild í vetrarsteðginum er annars AC Horsens, sum eisini hevur føroyskt íkast.
Tað er nevnliga her, at Johan Byrial Hansen seinastu árini hevur spælt. Í fjør lá liðið heilt leingi á odda í kappingini, men móti kappingarenda mistu teir tó luftina og vórðu yvirhálaðir.
Tað tykjast Johan Byrial Hansen, venjari hansara, Kent Nielsen, og hinir í felagnum tó ikki at gera í ár. Við 35 stigum vóru teir fýra stig undan Jón Róa og teimum, tá farið varð í vetrarfrí.
Andrew einsamallur
Um framt teir báðar Frem-spælararnar, er eisini ein annar føroyingur í donsku 1. deild.
Eftir at Jann Ingi Petersen og Hjalgrím Elttør eru farnir aftur til Føroya, er Andrew av Fløtum nú einsamallur føroyingur í leguni. Hann hevur stóran part av tíðini verið fastur fúsur í álopinum hjá Fremad Amager, sum í løtuni liggur á sjeynda plássi í deildini.
Um tað so verður her, at Andrew fer at spæla alt árið, er ein onnur søga. Beint um evstamark á hesi útgávuni ljóðaði slatur um, at HB roynir at fáa leikaran heimaftur, men um tað verður veruleiki, er so ein onnur søga.