2. DEILD
Síðsta umfarið í 2. deild er á skránni í dag klokkan 13.00. Tó er dysturin í Hvalba, har B71 fer at vitja, útsettur ein hálvan tíma. Fyrsta bríkslið har verið klokkan 13.30.
Tá ið Royn vitjaði á Sandi, vann heimaliðið 10-1. Men sandoyingar taka uppgávuna í dag í stórum álvara. Teir siga seg ikki rokna við, at B68 fer at snáva móti GÍ, sum longu er niðurflutt, og sum er manningarliga so illa spert, at onkrir dreingjaliðsspælarar fara at hjálpa til á Svangaskarði í dag.
Sambært B71 heimasíðuni - b71-sandoy.com - so ætla sandoyingar at nýta løtuna á grasinum í Hvalba sum fyrireiking til endaspælið um pláss í bestu deildini. Teir báðir dystirnir verða á skránni 26. og 29. oktober ella nú mikudagin og leygardagin um eina viku.
Í B68 síggja teir seg sjálvar sum vandamiklastu hóttanina undan síðsta heimadystinum, sum verður móti GÍ. Tað ræður um at finna hugburðin fram aftur, sum varð vístur í Sandavági fyri viku síðani, siga toftamenn, og so verður undirstrikað, at dysturin móti GÍ ikki er vunnin frammanundan.
- Tá ið vit vóru í Gøtu, var GÍ botnlið, og vit vóru oddalið. Vit vunnu 4-2, men teir vóru frammanfyri 1-0 og 2-1, og tað var ikki fyrrenn síðsta korterið, at tað glapp hjá okkum, verður sagt av Toftum.
AB, sum Jóannes Jakobsen fyri síðstu ferð hevur ábyrgdina av, eigur heimadyst móti Sumba. Argjamenn kappast við FSVágar04 um bronsumerkini. FSV04 skal spæla í Gundadali móti B36, sum er næstniðast og harvið á plássinum, sum ber endaspæl móti KÍ, ið var næstbest í 3. deild, um pláss í deildini við sær.
Í Leirvík fara teir næstbestu í HB at spæla. Báðir partar hava tryggjað sær rættin at halda fram í deildini.
Og so er tað spurningurin um, hvør fer at verða toppskjútti. Súni Fríði Barbá í AB gjørdi fyri viku síðani stórt hál. Hann hevur nú skorað 26 ferðir ella eitt mál meiri enn Clayton Soares hjá B71, sum leingi hevur verið ovast á málskjúttaralistanum í 2. deild.









