Hoyrilíkindi
Heidi Petersen spyr eitt nú um hoyrilíkindi við VHF-sendaranum.
- Hvussu eru útróðrarmenn tryggjaðir, tá ið ræður um hoyrilíkindi á nevndu leiðum, spyr hon.
Hon vísir á, at løgtingið herfyri umrøddi útbyggingar av sendineti til Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya.
Tí spyr løgtingskvinnan, um radiosambandið, sum skal vera trygdin hjá okkara sjófólki á firðum, sundum og í sjóøkinum kring Føroyar, er tikin við í hesum sambandi.
- Hvørjar trygdarætlanir fyriliggja í dag fyri tey økir við ringum hoyrilíkindum, hvussu skulu hesir økir útbyggjast, og hvør er tíðarkarmurin?
Heidi Petersen spyr eisini, hvørjar ætlanir eru fyri útbyggingum av GSM-netinum, nú NMT-fartelefonin verður niðurløgd.
Eingin loysn
Løgtingskvinnan vísir á, at fyri nøkrum árum síðan varð spurningurin um hoyrilíkindini hjá eitt nú útróðrarmonnum umrøddur á tingi, men enn er eingin loysn fingin á hesum spurningi.
Hon heldur, at tíðin er komin til at taka henda spurningin uppaftur og finna eina loysn á málinum.
- Lógarkravda VHF-sendaraskipanin, sum skal veita utróðrarmonnum og sjófólki annars tann tryggleika, at boð altíð skulu kunna fáast - bæði til og av skipum og bátum - ikki er til steðar á ávísum leiðum.
Hon vísir á, at Vestmannasund er ein av hesum leiðum, eins og Djúpini og ávísar leiðir norðanfyri.
- Í fleiri førum ber ikki til hjá útróðrarbátum at fáa samband um VHF-sendaran, sigur Heidi.
Løgtingskvinnan vísir á, at í summum førum røkkur NMT-fartelefonin heldur ikki, sjálvt um hon hevur bøtt um trygdina.
- Men nú skal henda skipanin niðurleggjast.
Reint kaos
Hon vísir á, at GSM-fartelefonin skal avloysa NMT og verður í løtuni útbygd.
- Men spurningurin er, um GSM-skipanin røkkur líka víða sum gamla NMT?in. Ger hon ikki tað, kunnu vit vænta reint kaos hjá øllum flotanum kring landið, sigur løgtingskvinnan.
Hetta heldur hon vera sera óheppið - og als ikki nøktandi.
- Eg haldi tað vera umráðandi, at hesi viðurskifti verða fingin upp á pláss beinanvegin. Tí vóni eg, at landsstýrismaðurin tekur hendan spurningin upp í tí álvara, sum hann hevur uppborið og vil taka ítøkilig stig til at loysa trupulleikan, sigur Heidi Petersen, løgtingskvinna.