Avgreiðsla hjá Stjørnuni

Stjørnan gjørdi tað, ið neyðugt var, tá ið StÍF vitjaði í Klaksvík sunnudagin. Eftir ein heldur ivasaman fyrra hálvleik tóku klaksvíkskvinnur sær um reiggj eftir steðgin og settu ferð á.

Tað var eitt sindur av einum anti-klimaksi hjá Stjørnuni, tá ið tær sunnudagin fingu vitjan av strandakvinnum í Klaksvík. Tvær tær seinastu ferðirnar, at Stjørnan er farin á vøllin, og báðar ferðirnar hevur tað verið í KÍ-høllini, hevur tað verið til sera týðandi dyst móti arvafíggindunum úr VB. Sunnudagin var tað tó gerandisdagur, tá ið StÍF, sum liggur undir miðjuni í Sunset-kappingini, vitjaði.

Hugsaðu um finaluna
Tað var nógv, sum bendi á, at tankarnir hjá Stjørnu-leikarunum longu vóru farnir at snúgva seg um steypafinaluna komandi leygardag. Undir øllum umstøðum tóktust leikararnir á heimaliðnum ikki serliga fokuseraðir upp á uppgávuna á vøllinum sunnudagin, og serliga var tað í verjupartinum, at lítið skil var á hjá heimaliðnum.
StÍF fekk óvanliga gott pláss frá verjuni hjá klaksvíkskvinnum, og hetta gjørdi serliga Rebekka Justinussen sær dælt av. Hetta førdi við sær, at Stjørnan ongantíð megnaði at fara nakað serligt frá StÍF í fyrra hálvleiki, og tí var tað óivað eisini nøkur borgarlig orð, sum venjarin hjá Stjørnuni, Rógvi Nielsen, segði við sínar leikarar í hálvleikssteðginum, tí í seinna hálvleiki var heimaliðið hamskift.
Eftir einans at hava verið á odda við tveimum málum, 16-14, í hálvleikinum, setti Stjørnan ferð á beinan vegin í seinna hálvleiki, og tað gekk ikki long tíð, so høvdu tær avgjørt dystin. Málini skolaðu inn hjá StÍF, og neyðars Adela í málinum hjá strandakvinnum hevði úr at gera við at heinta bóltin úr meskunum. Hinvegin kann tað tó staðfestast, at verjuspælið hjá Stjørnuni ikki var nøktandi, tí tað er ov nógv hjá oddaliðnum, at eitt av aftaru liðunum í deildini skorar heili 25 mál móti teimum, hugsar Rógvi Nielsen óivað, og tað gevur kanska okkurt at hugsa um undan steypafinaluni leygardagin.

Stjørnan-StÍF 38-25(16-14)
Stjørnan: Katarina Stjepanov 8, Bára Skaale Klakstein 7, Annika Ljósstein 6(4), Una Olsen 5, Alina Olaru 5, Anna Kristina Samson 4, Joan Midjord Djordjevic 3
StÍF: Rebekka Justinussen 10, Súnfríð B. Jacobsen 6(4), Poula D. Olsen 5, Signhild Petersen 2, Malan Petersen 1, Paula S. Høgnesen 1
Brotskøst: Stjørnan 5(4), StÍF 4(4)
Útvísingar: Stjørnan 1, StÍF 1
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas