Minningarorð um gentu mína Maud

24. juni 1972 30. januar 2005

Ja, góða Maud, nú fór tú so brádliga. Eg visti, at tú var sjúk, men hóast hetta kom tað óvart á meg. Vit høvdu gjørt alt til reiðar at fara niðuraftur til Danmarkar. Men soleiðis skuldi tað ikki vera. Vit høvdu nógv góð ár saman. Tey síðstu nógv merkt av sjúkuni, har vit hava havt nógvar upp- og niðurtúrar saman. Men hóast nógvar niðurtúrar var tú altíð positiv og glað. Trúgvi ikki at tað eru nógv, sum hava somu lívsgleði sum tú hevði, sjálvt tá bylgjurnar gingu høgt. Mangan var tað eg, sum hevði hug at missa mótið, men tá var tú har og uggaði meg.
Ta síðstu tíðina hava vit verið nógv niðri á Hotel Tórshavn. Inn og út av Ríkissjúkrahúsinum og viðhvørt vóru vit um at missa teg, men tú misti ikki mótið og kempaði teg upp aftur á føtur. Men sum tíðin leið merkti eg, at tú gjørdist veikari og veikari. Hóast hetta misti tú ikki vónina og vónaði, at hjálpin kom til tíðina. Mangan var gott at vitja heimið hjá Súna og Annu mostur, har vit fingu nógvan góðan, føroyskan bita, tá man var langt heimanífrá, og ikki at gloyma Heidi, Torben og Andrias. Tøkk skulu tit øll hava fyri dyggan stuðul í hesi sváru tíð.
Tankar mínir fara eisini til tykkum Stefani, Jógvan, Ólavur og Joan, sum hava mist eina dóttur og systur á øðrum sinni. Svárt er tað hjá tykkum.
Tómt er at sita einsamallur eftir her í Leirvík. Tað tykist sum um lívið er steðgað upp. Men ein má royna at halda fram, hóast tað tykist torført. Vit sita øll her og skilja ikki, at tú ikki llongur er millum okkum.
Góða, elskaða Maud, takk fyri tíðina, vit høvdu saman. Hvíl í friði, góða Maud. Eg elski teg.

Tín Pauli

(1. korintbræv 13, 4?7)
Kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður; kærleikin øvundar ikki; kærleikin er ikki stórorðaður, blæsur seg ikki upp; hann hevur ikki ósømiligan atburð, søkir ikki sítt egna; hann ilskast ikki, er ikki illmintur; hann gleðist ikki yvir órættvísini, men gleðist saman við sannleikanum: hann tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt.