Leikbann
Kappingarnevndin hjá FSF hevði mikukvøldið fund, og millum viðgjørdu málini vóru hendingarnar í dystinum á Sevmýri millum TB og B36
Sum so var talan um trý mál, sum hesaferð komu til viðgerðar í einum. Í fyrstu atløgu skuldi kappingarnevndin taka støðu til, hvussu langt leikbannað hjá Jón Johannesen skuldi verða, eftir at hann varð rikin vøllinum fyri lítið sømuligan atburð. Í øðrum lagi skuldi nevndin gera av, hvørt hon - fyri fyrstu ferð - skuldi geva leikbann, grundað á videoupptøkur. Og í triðja lagi skuldi avgerð takast um, um og hvørja revsing TB skuldi hava, aftur fyri at trygdarreglurnar kring dystin ikki vórðu fylgdar.
Tríggjar dagar til Jón
Fyri at taka tað fyrsta fyrst, so gjørdi nevndin av, at Jón Johannesen fær leikbann í tríggjar dagar fyri hendingina. At talan verður um tríggjar dagar, kemur neyvan heilt óvæntað á. Praksis hevur í ár verið, at verður reytt kort givið fyri hendingar, sum ikki henda í opnum spæli, so gevur tað ein dag eyka. Og í førinum við Jón verður talan um tveir eyka dagar. Fyrst fyri at tveita bóltin eftir B36-beinkinum, og síðani fyri at taka í Berg Midjord.
Fyrsta sjónbanda-leikbannið
Orsøkin til alt rokið var tó, at Magni Mohr, sum er kropsligur venjari hjá B36, óneyðugt provokerar Jón, tá hesin skal taka innkast. Og í øðrum lagi sproytar Bergur Midjord vatn á Jón, sum síðani hevnir seg. Hetta framgekk týðiliga av myndunum, sum vórðu sýndar í 3-2 sendingini í Sjónvarpinum, og í ár hevur Kappingarnevndin so eisini heimild at nýta sjónbandaupptøkur, tá tey skulu meta um revsingar.
Og í so máta er hendingin á Sevmýri søgulig. Tí hóast dómarin ikki gav reytt kort til nakran á B36-beinkinum, so fær hetta leikbann við sær. Magni Mohr sleppur ikki at sita á beinkinum hjá B36 næsta dystin, sum er móti ÍF, tí hann fær ein dag leikbann fyri ósportligan atburð.
Hartil fær Bergur Midjord leikbann í tveir dystir. Hetta út frá regluni um, at hendingar, sum ikki ganga fyri seg í opnum spæli, verða revsaðar harðari enn annars.