Einarsson, sum í dag starv-ast í føroysku oljuvinnuni. Hann var eitt skifti formaður í Føroya Oljuídnaði og hevur annars siglt sum maskinmaður, eitt nú í frálandavinnuni. Síðani hann byrjaði at arbeiði í oljuvinnuni [...] sama slag í útlondum, tí eg havi verið á skeiði við Áir, á Fanø í Danmark, Warsash í Englandi og Stavanger í Noregi. Frálæran á Brandskúlanum við Áir stendur einki aftanfyri tað, sum fæst í útlondum. Men [...] køkuni. Av hesi orsøk er kapping komin í, hvar skúlin í framtíðini skal liggja. Eg haldi hetta vera eitt undarligt, kanska serføroyskt fyribrygdi, at tosa um at flyta ein stovn, sum í dag er kendur fyri gott
aliljósum í londunum kring um okkum, men felagið hevur drúgvar royndir í hesi framleiðslu gjøgnum mong ár. - Í hesum førinum vunnu vit kappingina um aliljósini til skotska felagið í kapping við framleiðarar [...] Fyritøkan JT electric á Kambsdali, sum í fleiri ár hevur framleitt ljós til alivinnuna, fekk í gjár ein hampiliga stóran sáttmála í lag við alifelagið, Marine Harvest í Skotlandi. JT electric hevur bás og [...] ein hampiliga stórur sáttmáli í okkara verð, ásannar hann. Tað eru norðmenn, sum eiga Marine Harvest í Skotlandi, og tað eru eisini norðmenn, sum eru við í Marine Harvest í Føroyum. Sofus Gregersen sigur
tónleikarunum í bólkinum Taxi umframt onkrum øðrum. Sterkasti maður í Nólsoy Tað verður eingin kappróður í Nólsoyarfirði hesaferð, men harafturímóti verður aftur í ár leitað eftir sterkasta manni í Nólsoy. Henda [...] málinum áðrenn hann fór hiðani. Men í Nólsoy býr nógv gott fólk, og tey hava tí tikið seg saman til at útvegað peningin, sum skal til fyri at fáa eina svimjihøll í bygdini. Í tí sambandinum skipað tey, fimta [...] at vísa fram í sambandi við stevnuna. Tey hava gjørt eina kabarett, sum tey kallað »Hurlivas í Nólsoyargeilum«. ? Hvat innihaldi er, er ikki rættiliga greitt, sigur Leo Poulsen, sum er í stevnunevndini
Norðurlandameistaraskapinum. Ein stór talvkapping verður í Klaksvík í heyst, men Helgi Dam Ziska veit ikki, um hann fær møguleika at vera við í hesa kapping. Talv-familja Helgi Dam Ziska bregður ikki burtur úr [...] síðani, sigur Helgi Dam Ziska. Í 2004 vann Helgi FM fyri einstaklingar í unglingadeildini sum bert trettan ára gamal, og í ár varð hann kosin ársins stjørnuskot 2004/2005. Fyrr í ár endaði hann á triðja plássi [...] Kristian Simonsen í landsliðsbólkinum í FM fyri einstaklingar. Tað var eitt væla úrslit fyri ein fjúrtan ára gamlan telvara. Vit kunnu í øllum førum rokna við at hoyra nógv til hendan unga mannin í framtíðini
milliónir krónur ov nógv í umsitingargjaldi fyri realkredittlán. Ongar objektivar orsøkir eru til at sonevnda ”bidragið” skal vera so høgt í Føroyum, staðfestir Kappingareftirlitið í lemjandi frágreiðing. [...] DLR-Kredit, og fór tá eisini at bjóða realkreditt. Og í mai í fjør gjørdi Norðoya Sparikassi somuleiðis avtalu við DLR-Kredit um at bjóða føroyingum realkreditt. Í 2005 var umsitingargjaldið, sonevnda bidragið [...] árliga millum 10 og 22 milliónir krónur í beinleiðis brúkaratapi. Tað eru pengar, sum brúkarin kundi havt sum tiltøkupening í sínum húsarhaldi, um reel kapping var millum føroysku peningastovnarnar um tey
Ìslandi í Gundadali í dystinum um sjeynda plássið, meðan U19 landsliðið møtti Finnlandi úti á Vika á Argjum í dystinum um fimta plássið. Í bólki A hevði U19 havt eina higartil misjavna kapping, har liðið [...] Estlandi seinni í heyst, har føroyska U19 landsliðið er í bólki saman við Onglandi, Ukraina og Estlandi. Brotsparksdrama 2 Longu í 7. Minutti kom føroyska U17 landsliðið á sigurskós, tí tá stútaði John Frederiksen [...] kann skráseta tveir javnleikir í landsdystaryvirlitinum. U19 landsliðið fær ikki skrásett nakran dyst, tí teir hava spælt ímóti landsliðum í øðrum aldursbólkum. Sigrar í brotssparkskappingum verða ikki
part í bólkaumfarinum. Í omanfyri nevndu feløgunum rokna teir neyvan við, at teirra lið skulu koma víðari í fjórðingsfinaluna, men harfyri er tað ikki minni týdningarmikið at koma í bólkaspælið, tí har er [...] koma illa við hjá feløgum, sum ikki eru sloppin upp í part í bólkaspælinum. Síðsta dømið um hetta vóru sandoyingar í fjør. Tá vóru tvey innleiðandi umfør. Í fyrra umfarinum vann B71 2-0 móti AB, men so snávaðu [...] higartil er so einki meiri hent í málinum. Í fjør royndi FSF at selja steypakappingina hjá kvinnunum. Í bløðunum varð lýst við møguleikanum, men áhugin var ikki stórur, og í yvirlitinum, sum nú er komið,
á ferðini í Írlandi í síðstu viku helt Jákup tætt allar tríggjar ferðirnar. Jákup hevur fyri langari tíð síðani fingið at vita, at hann verður málverji ímóti Livingston í fyrsta umfarinum í dag, men hann [...] feløgini fara at vera partur í. Við føroyskum eygum er mest spennandi skotska felagið nú Partick Thistle, sum skal royna at fóta sær í bestu deildini og kanska sleppa upp í part ímillum seks tey fremstu [...] Nú hann hevur verið í Skotlandi í ein mánað, hava teir sjálvandi eisini funnið út av, at Jákup er góður úti á vøllinum, og teir vita eisini, at hann áður hevur verið útispælari í Klaksvík. Tá ið Partick
tað til aðalfundin framvegis hongur í leysum lofti, hvør av teimum av røttum eigur niðasta sessin í bestu kvinnudeildini. Í løtuni tykist hesin at vera heimahoyrandi í Runavíkini, men so leingi málið ikki [...] fótbóltinum, men umsitingin í HSF tykist ikki vera nóg stór til hetta í løtuni, og tí er helst eisini skilabest at lata hetta fara fram við í fyrsta umfari. Tey ungu skulu mennast Fleiri mál eru annars á [...] at royna seg í fremstu røð. Ein slík deild vildi givið hesum høvi til at kappast í eini trý ár afturat, og tá verður samstundis størri møguleiki fyri, at tey eisini framyvir kunnu støðast í hondbóltinum
Slade var ein av heilt stóru bólkunum í sjeyti- og áttatiárunum, men teir spæla framvegis fyri fullum húsum, og í vár koma teir til Føroya at spæla. Slade spæla í Føroyum tann 28. mars 2020. Hjarnar fara [...] hjá bólkinum at røkka upp á ovastu rók. Í sjeytiárunum taldist Slade millum størstu nøvnini í Europa. Teir innspældu og vóru á ferð regluliga, og vitjaðu javnan í Amerika og Japan og aðrastaðni við. Hit [...] heiminum fingu harða kapping, og nýggj lurtarafjøld legði Slade til merkis. Hetta viðførdi nýggjan útgávusáttmála, og We’ll Bring The House Down kom í 1981 og náddi top 10 í Bretlandi, og Slade høvdu aftur undanvind