Talv
Stuttligt er at fylgja ratingjagstranini hjá 16 ára gamla havnarmanninum Helga Dam Ziska. Fyri einum góðum ári síðani setti hann sær fyri, at altjóða normarnir skuldi fáast til vega í 2006. Hetta eydnaðist nærum leikandi lætt. Nú er málið at náa 2400, og møguliga megnar Helgi hetta longu í hesum ári. Fyrsta stig eftir summarferiuna varð tikið við at telva í 3rd Calvia International Open á Mallorka.
Sum væntast kann í slíkum kappingum, varð úrtøkan í flestu umførunum nokkso svingandi. Eftir átta umfør, hevði Helgi vunnið á fimm lægri styrkismettum telvarum og tapt ímóti trimum stórmeistarum.
Men orsøkin til ratingframgondina varð níggjunda og seinasta umfar. Helgi vann nevniliga á sterkum altjóða meistara, sum hevði yvir 2500 í rating. Hesin kærkomni sigur gav Helga 6 stig og 20. pláss millum 117 telvarar. Ratingtal hansara fer frá 2364 til 2375.
5th Klaksvík International
Næsta avbjóðing hjá Helga verður í Klaksvík fyrst í novembur, tá 5th Klaksvík International er á skránni. Martin Poulsen og Hans Kristian Simonsen verða hini føroysku umboðini. Útlendsku telvararnir verða danski stórmeistarin Henrik Danielsen (2524), sum nú umboðar Ísland; IM Emil Hermansson (2454) úr Svøriki; og vinnarin í 3rd Klaksvík International, danin IM Jens Ove Fries-Nielsen (2380). Tað eru enn einaferð Rani Nolsøe og Mogens Nielsen sum skipa fyri.
Útrokningar siga okkum, at fær Helgi 6,5 stig av 10 (telvað verða tvær reisir móti hvørjum øðrum), verður hann útnevndur altjóða meistari. Tí tá er altjóða ratingtalið hjá honum omanfyri 2400. Sum Helgi nevndi í Útvarpi Føroyum sunnukvøldið, hevði tað verið stuttligt at ognað sær IM-heitið í kapping í Føroyum.
Vit ynskja honum alt tað besta í jagstranini eftir seinastu 25 ratingstigunum.
Liðkappingin byrjar 5. novembur
Klaksvíkar Talvfelag vil smakka succes aftur eftir nøkur sløk talvár. Felagið verður 40 ár í 2007 og teir ynskja sær gull í føðingardagsgávu. Útisetin John Arni Nilssen er komin á teirra styrkilista, og hóast tað er avmarkað hvussu nógv hann verður nýttur, so senda klaksvíkingar við hesum greið tekin um ætlan teirra.
Heini Olsen er fluttur heim aftur, og verður helst við flestu umførini. Eisini fer Haldur Suni Johansen at telva við barndómsfelagi sínum eftir nøkur ár í Havnar Telvingarfelag og Talvfelagið Streymur. Tíverri hevur TFS tikið lið teirra úr kappingini, og hetta merkir, at kollfirðingar sleppa undan at flyta niður í 2. deild.
Verandi føroyameistararnir úr Vestmanna Talvfelag hava somu manning sum í fjør. Torført verður hjá teimum at endurtaka megnarári í fjør, tá teir, við at vinna 9 dystir og leika ein javnleik, trygt vórðu føroyameistarar.
Havnarmenn verða helst nakað skerdir í ár. Olaf Berg fer at telva við sandavágsmonnum og Helgi fer valla at telva nógv umfør í ár. Men møguliga fáa teir nakrir hvalvíkingar við í part, og um so verður, er talan um eitt sterkt lið.
Verandi føroyameistarar eru altíð millum favorittarnar, og saman við teimum verður áhugavert at fylgja serliga tí eina klaksvíksliðnum í 1 deild. Klakvík 2 við eitt nú Rana Nolsøe og Haldur Suna Johansen, kunnu sanniliga eisini arga favorittliðini.
Kvinnan og mannfólkini
Tey sum halda talv er einans fyri mannfólk, mugu hugsa seg betur um. 30 ára gamla Judit Polgar hevur umleið seinastu 10 árini verið partur av heimselituni. Hon hevur 2710 ratingstig og eftir megnarúrslit hennara í Essent 2006 í Hollandi veksur ratingtal hennara munandi.
Polgar hevur at kalla verið púra einsamøll kvinna í mannfólkadominerandi ítróttinum. Hóast hon innan 3 ár hevur hevur fingið tvey børn, hevur Judit als ikki mist styrkina og fokusið. Til stuttleikar kann nevnast, at næststerkasta kvinna í heiminum, er elsta systurin í talvkendu Polgar familjuni, Zsuzsa Polgar við 2577 ratingstigum. Sofia Polgar er ”einans” IM´ari, og hevur 2459 í altjóða rating.
Kappingin í Essent endaði við, at Polgar og Mamedyarov (2728) vunnu við 4,5 stigum av 6 møguligum. Fyrrverandi heimsmeistarin, Veseling Topalov skuffaði við sínum 2,5 stigum. Hann telvaði til tíðir sera sannførandi, men var alt ov óstøðugur. Tungi HM-dysturin ímóti Kramnik hevur helst ávirkað Topalov skeiva vegin. Ivan Sokolov klárar seg sjáldan væl í slíkum sterkum høpi. Hann fekk einans hálvt stig.