Iranska kollveltingarhirðin veit í dag at siga, at Iran og Oman eru samd um at deila strategiskt týdningarmikla Hormussundið.
Londini eru eisini samd um at deila inntøkurnar frá sundinum.
Tað veit iranska tíðindastovan, Tasnim, at siga í dag, og tíðindastovan endurgevur talsfólk hjá iransku kollveltingarhirðuni.
Reuters, sum endurgevur Tasnim, sigur, at iranska kollveltingarhirðin finst at amerikanska herinum fyri at seinka samráðingarnar millum grannalondini.
Tronga farleiðin, sum Hormussundið er, er ein av heimsins týdningarmestu siglingarleiðum fyri olju-og gassútflutning.
Áðrenn Donald Trump leyp á Iran, var frítt at sigla hjá oljutangaskipum gjøgnum Hormussundið.











