Lokalpolitikkur kann oyðileggja vælvirkandi skúla

-Hví er tað so umráðandi at flyta brandskúlan við Áir? Sjálvur dugi eg ikki at skilja, hví lokalpolitikkur skal sleppa at oyðileggja ein vælvirkandi skúla. Tað er ongin trygd fyri, at vit fáa ein betri brandskúla, bara við at flyta hann burtur frá Áum, tað er kanska heldur øvugt sigur Pauli Einarsson, sum í 1995 varð settur at kanna, hvussu skúlin við Áir kundi útbyggjast til eina Trygdarmistøð fyri alt landið. Frálæran á Brandskúlanum við Áir liggur einki aftan fyri tað, sum fæst í øðrum londum sigur hann

Jan Müller


Nógv verður í hesum døgum tosað um tilbúgving ella rættari, tørvin á neyðugari tilbúgving í Føroyum. Herfyri frættu vit, at Brandskúlin við Áir stongdi , tí hann ikki fekk játtað nokk av pengum. Spurningurin um trygdarmiðstøð, brandskúla og tað virksemi, ið er knýtt at slíkum stovnum, hevur eisini verið nógv frammi í sambandi við eina komandi oljuvinnu. Umframt at kunna liva upp til trygdarkrøvini, sum í dag verða sett sjómonnum, hava umboð fyri føroyskar myndugleikar og fyri útlendsk oljufelag gjørt vart við, hvussu stóran týdning m.a. trygdarvenjing hevur fyri eina komandi oljuvinnu.

Ein av teimum, sum við stórum áhuga hevur fylgt við gongdini hjá Brandskúlanum við Áir og øllum trygdar- og tilbúgvingarspurninginum sum heild, nú arbeitt verður fram móti eini komandi oljuvinnu, er Pauli Einarsson, sum í dag starv-ast í føroysku oljuvinnuni. Hann var eitt skifti formaður í Føroya Oljuídnaði og hevur annars siglt sum maskinmaður, eitt nú í frálandavinnuni. Síðani hann byrjaði at arbeiði í oljuvinnuni hevur Pauli Einarsson tikist serliga nógv við trygdar- og tilbúgvingarspurningar.


Oyðileggja fundament

Hann sigur, at tað er hugstoytt at síggja, hvussu tað verður roynt at oyðileggja fundamentið undir tí, sum hevur møguleika til at vera ein altjóða góðkendur stovnur.

-Tað var eitt gott hugskot at fáa ein brandskúla í Føroyum. Stigtakarnir hava verið framskygdir, tá teir løgdu skúlan, har hann liggur. Tí har eru góðir møguleikar fyri útbygging sigur Pauli Einarsson, ið eisini vísir á, at eitt, sum hevur eyðkent skúlan, er, takka verið góðari leiðslu, at einki dálkað vatn ella olja er komið út í sundið ella út í jørðina. Dálkingin av royki sum er í dag, kann eisini minkast nakað.

Men hvørjar fortreytir hevur Pauli Einarsson so at kunna úttala seg um hetta málið? Jú, hann var ein av teimum, sum í 1995 av táverandi landsstýrismanni Eilif Samuelsen,varð biðin um at gera eina kanning um, hvussu Brandskúlin við Áir kundi útbyggjast til verandi og komandi krøv. Málsetningurin var, at skúlin framyvir skuldi vera ein trygdarmiðdepil. Í fyrsta umfari at lúka treytirnar frá IMO og seinni víðkast til at umfata skeiðvirksemi innan oljuvinnuna.

Pauli Einarsson sigur, at Brandskúlin við Áir hevur til dagin í dag víst, at har kunnu brandskeið takast, sum útlendsk reiðaríir góðkenna.


Føroyskt fyribrygdi

-Og nú ein oljuvinna stendur fyri durum, vilja allir hava ein bita av køkuni. Av hesi orsøk er kapping komin í, hvar skúlin í framtíðini skal liggja. Eg haldi hetta vera eitt undarligt, kanska serføroyskt fyribrygdi, at tosa um at flyta ein stovn, sum í dag er kendur fyri gott arbeiði, uttan at vísa á veruligu orsøkina til, hví hann skal flytast sigur Pauli Einarsson og spyr, hví er tað so umráðandi at flyta brandskúlan?

-Sjálvur dugi eg ikki at skilja, hví lokalpolitikkur skal sleppa at oyðileggja ein vælvirkandi skúla. Tað er ongin trygd fyri, at vit fáa ein betri brandskúla, bara við at flyta hann burtur frá Áum, tað er kanska heldur øvugt.

Pauli Einarsson vísir á, at í sambandi við tær kanningar, sum eru gjørdar viðvíkjandi møguleikanum at víðka Føroya Brandskúla til at vera Trygdarmiðdepil Føroya, hava vit havt vitjan av umboðum frá nógvum útlendskum feløgum, sum eru í frálandavinnu og øðrum pørtum av oljuvinnuni, fyri at fáa teirra meting.

Allir hava verið samdir um, at staðið er sera væl egnað, av tí at tað ber til at hava venjingar av øllum slag samstundis. Tað vil siga: sløkking, bjarging og evakuering, hvar neyðugt er við hjálp bæði frá landi, sjónum og luftini samstundis.

-Eg haldi meg hava ein ávísan førleika til at samanbera skeiðini, sum ein kann taka við Áir, við skeið av sama slag í útlondum, tí eg havi verið á skeiði við Áir, á Fanø í Danmark, Warsash í Englandi og Stavanger í Noregi. Frálæran á Brandskúlanum við Áir stendur einki aftanfyri tað, sum fæst í útlondum. Men fyri at lúka øll nútíðar krøv, má skúlin fáa so góðar umstøður sum gjørligt, at arbeiða undir, og má tí tí uppgraderast í samsvari við treytirnar hjá vinnuni og myndugleikunum.

Pauli Einarsson, sum sjálvur bæði hevur royndir á sjónum og í frálandavinnuni sigur, at tað er altíð hugaligt, at nógv vísa áhuga fyri tí, sum fer fram í samfelagnum. Tí vil hann eisini mæla avvarandi myndugleikum til at savna tað besta úr øllum teimum góðu hugskotunum, sum fáast ymsastaðni frá í landinum og byggja tey inn í víðari ætlanir við Áir.