Eingangsíløt eiga at sleppa inn á føroyska marknaðin

- Forboðið ímóti innflutningi av eingangsíløtum eigur at verða tikið av, samstundis sum nýggj pantiskipan eigur at verða sett í verk, halda handilsfyritøkur í Føroyum, sum hava gjørt vart við síni sjónarmið hjá innlendismálaráðnum

Dósir

Í Sosialinum herfyri høvdu vit nakrar greinar, har vit greiddu frá, at innlendismálaráðið arbeiðir við at broyta sonevndu ambalasjulógina, sum í stuttum setir forboð fyri innflutningi og sølu av øli, mineralvatni og øðrum lidnum leskidrykkjum í eingangsíløtum.
Loyvt er soleiðis hvørki at flyta inn ella selja nevndu drekkavørur í íløtum, sum bara eina ferð verða nýtt til upprunaliga endamálið, sum lógin sigur.
Orsøkin til, at landsstýrið ætlar at fremja broytingar í lógini, er handilssáttmálin millum Føroyar og Ísland sum eitt nú ásetir, at ongar tekniskar forðingar skulu vera fyri sølu av vørum millum londini.
Íslendingar hugsa sær ivaleyst at koma higar við ymiskum leskidrykkjum og øli í eingangsíløtum, og tá hevði verandi lóg verið í stríð við sáttmálan millum londini.

Arbeiðspláss í vanda
Stjórin í Føroya Bjór, Einar Waag, segði í samrøðu við Sosialin, at bryggjaríið í Klaksvík verður ein av føroysku fyritøkunum, sum kemur at merkja sviðan av uttanríkispolitikki landsstýrisins, sum hann tók til.
- Lógaruppskotið kemur at hava álvarsligar avleiðingar fyri Føroya Bjór, sum í út við 118 ár hevur virkað á føroyska marknaðinum
Hann segði, at tað er uttanlandsdeildin hjá løgmanni, sum hevur "trumfað" ígjøgnum, at øl-og sodavatnsdósir skulu inn á føroyska marknaðin, hóast umhvørvisvinarligir landspolitikarar seinastu nógvu árini hava verið hart í móti, at slík eingangs embalasja skal koma á okkara marknað.
- Føroysku bryggjaríini hava í síni framleiðslu innrættað seg eftir hesum politiska veruleika og tískil ikki gjørt íløgur í dósakolonnur, sum tað verður rópt. Íløgurnar til slíka útgerð eru í mun til føroyska marknaðin so stórar, at tær als ikki loysa seg, segði Einar Waag, sum samstundis segði seg stúra fyri, at framleiðslan hjá føroysku bryggjaríunum helst verður hálverað móti sumri eftir, at lógin er broytt.
Einar Waag segði eisini, at tað er sera "agressiva" íslenska vinnu- og handilslívið, sum í hesum førinum og saman við multinationalum fyritøkum - leggur føroyskar politikarar undir trýst.

Fyri liberalisering
Men tað eru eisini aðrar fyritøkur í Føroyum, sum halda tað vera rætt av landsstýrinum at leggja upp til broytingar av embalasjulógini.
Sosialurin hevur fingið innlit í eitt bræv, sum sakførarin hjá eitt nú SMS og Poul Michelsen hevur sent innlendismálaráðnum í sambandi við ætlaðu lógarbroytingina.
Í hesum brævi mæla fyritøkurnar til, at reglurnar um nýtslu av eingangsíløtum verða liberaliseraðar, sum tikið verður til.
- Eingin ivi er um, at ein varðveitsla av hesi reglu við tí tulking, hon nú hevur fingið, er at sammeta við ólógliga protektionismu, sum beinleiðis er í stríð við sáttmálan millum ES og Føroyar.
Løgfrøðingurin heldur, at lógin ikki beinleiðis kann rættvísgerast út frá vanligum umhvørvisfyrilitum.
- Henda lógarregla er heldur ikki fremjandi fyri fólkaheilsuna, tá ið hon leggur upp til, at leskidrykkir fáa eina framíhjá støðu í mun til vatnið. Lógin er beinleiðis í andsøgn við tey tilmæli frá serfrøðingum á økinum, sum hava talað fyri eini umlegging av drykkjuvanunum hjá fólki til í størri mun at drekka reint vatn í staðin fyri uppblandaðar drykkir við sukri og kolsýru.
Vegna handilsfyritøkurnar, vísir sakførarin á, at tað ber væl til at hava eina innsavningarskipan av eingangsíløtum, sum byggir á endurnýtslu, har íløtini verða umsmeltað og endurnýtt.

Verjir heimamarknaðin
- Tað er heilt eyðsýnt, sigur løgfrøðingurin, at verandi lóg við sínum ovurstóru avmarkingum um at nýta eingangsíløt, óbeinleiðis verjir heimaframleiðsluna ímóti kapping uttanífrá.
Hann heldur, at slíkar avmarkingar í verandi lógarverki, sum avmarka vøruútboðið og valmøguleikarnar hjá brúkarunum, kunnu ikki góðtakast í nútíðarsamfelagnum - og eru at sammeta við ólógliga protektionismu.
- Hetta er heldur ikki fremjandi fyri kappingina og læsir okkum føst í eini stagnatión innan hesa vinnugrein við tí úrsliti, at vit ikki fylgja við í menningini á altjóða marknaðinum.
Løgfrøðingurin sigur, at skulu Føroyar ikki verða kærdar fyri brot á ES-sáttmálan, samstundis sum neyðug og saklig atlit verða tikin fyri umhvørvinum, skjóta handilsfyritøkurnar upp, at sett verður í verk ein pantiskipan, sum eisini fevnir um eingangsíløt.
- Hesi íløt skulu latast innaftur móti samsýning og síðan endurnýtast á hóskandi hátt, eitt nú við umsmelting, sigur hann.
Vegna handilsfyritøkurnar, SMS og Poul Michelsen, mælir løgfrøðingurin soleiðis til avtøku av forboðnum ímóti at flyta inn leskidrykkir í eingangsíløtum, samstundis sum nýggj pantiskipan verður sett í verk.